Stefan Kuntz: Vit mangla 11 spælarar

Landsliðið: Venjarin hjá Turkalandi vil ikki tosa um umberingar, men tað slepst ikki undan

Stefan Kuntz, týski landsliðsvenjarin hjá Turkalandi, var í stórformi á tíðindafundinum á Tórsvølli fyrr í kvøld. Hann bleiv tó álvarsamur, tá hann skuldi tosa um dystin móti Føroyum í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

- Eg vil vinna hendan dystin. Tað hevur einki við ranking stig ella nakað annað at gera. Vit vilja bara vinna dystin. Tá vit mangla 11 spælarar, sum allir kundu havt ein stóran leiklut, so er tað ikki tí eg vil renna undan ábyrgd, men tað ger stóran mun, sigur Stefan Kuntz.

 

Hann var fyri eitt sindur av kritikki, tí Turkaland hóskvøldið spældi javnleik 3-3 móti Luksemborg á heimavølli. Hann fekk eisini at vita, at Håkan Ericson hevði heft seg við at Turkaland hevði avbjóðingar í verjuni.

 

- Håkan er væl informeraður, tí hann veit at vit hava avbjóðingar í verjuni, men lat okkum nú síggja til venjingina. Vit mangla einir 11 spælarar, sum vóru við til seinastu landsliðssamling, men tað er ongin umbering, segði turkiski landsliðsvenjarin og legði afturat:

 

- Eg skilji væl, at miðlarnir eru ónøgdir við javnleikin móti Luksemborg, men vit fáa ein verjuspælara skaddan dagin fyri, ein annan tríggjar tímar áðrenn dystarbyrjan og ein triðja aftaná eitt korter, forkláraði Stefan Kuntz.

 

Dysturin millum Føroyar og Turkaland verður í morgin klokkan 19.45. FM1 sigur frá dystinum.