Stefan skoraði fimm mál í 31 dystum

Kappingarárið er liðugt hjá Sligo Rovers í bestu írsku fótbóltsdeildini

Í kvøld spældu Stefan Radosavljevic og liðfelagarnir í Sligo Rovers seinasta dystin í bestu írsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.

 

Mótsatt skotum og onglendingum hava írar eins og vit eitt kappingarár, har byrjað verður um várið og endað verður um heystið. 

 

Sligo tapti á útivølli 2-4 fyri meistarunum, Shamrock Rovers. Stefan var á vøllinum seinastu 20 minuttirnar av dystinum.

 

Sligo Rovers endaði triðaftast í deildini við 37 stigum og slapp undan at spæla Play Off dystir móti næstfremsta liðnum í næstbestu deildini um rættin at spæla í bestu deildini komandi kappingarár.

 

Sligo Rovers megnaði bert at vinna eitt stig í fimm teimum seinastu dystunum, men teir vóru kortini seks stig frammanfyri Cork City á tí næstaftasta plássinum. 

 

Stefan spældi 31 dystir fyri Sligo Rovers hetta kappingarárið. Í nógvum dystum kom hann á vøllin í seinna hálvleiki.

 

Stefan skoraði fimm mál í hesum 31 dystunum.