Steffan tekur nú staffettina frá Jenisi

Miðflokkurin fær nýggjan formann

Formaðurin í Miðflokkinum øll árini, síðani flokkurin kom á ting 7. juli í 1994, Jenis av Rana, leggur nú frá sær. Tað hevur hann boðað frá.

Skipanin hjá Miðflokkinum er, at tingmanningin velur formann eftir hvørt løgtingsval. Enn er formaðurin ikki valdur, men Jenis av Rana segði við Kringvarpið í gjár, at teir eru samdir um, at nú skal ættarliðsskiftið fremjast og Steffan Klein Poulsen taka yvir formanssessin.n

Jenis av Rana er 73 ára gamal, og Steffan Klein Poulsen er 44 ár yngri, hann er 29 ára gamal, fyllir 30 í næsta mánaði.

Á løgtingsvalinum hósdagin fekk Steffan Klein Poulsen 701 at, meðan Jenis av Rana fekk 363. Men sambært Jenisi av Rana hevur formansskiftið einki við valúrslitið at gera, men ein nátúrligt gongd, sum varð avtalað frammanundan.

Jenis av Rana hevur nú sitið á tingi í 28 ár.

Stefan Klein Poulsen er valdur á øðrum senni, men kom longu á ting, tá samgonga varð skipað í 2019 sum varamaður fyri Jenis av Rana, sum gjørdist landsstýrismaður. Hetta er tí sjeynda árið hjá honum í Løgtinginum.