Steffan var bjargingarmaðurin

Hóast NSÍ leingi var um ein háls ímóti stak ágangandi skálamonnum, so eydnaðist tað at vinna tepran sigur

Við 1-0 heimasigri ímóti Skála í kvøld er NSÍ topplið, meðan Skála framvegis er aftast. Úrslitið sigur, at tað var ikki so stórur munur á liðunum, og soleiðis var tað als ikki, tá ið havt verður í huga, at annað liðið er ovast, og hitt er aftast.

Støðutalvan sigur, at tað er ógvuliga torført at skjóta mál ímóti NSÍ og Tórði Thomsen. Undan heimadystinum ímóti Skála í góðveðrinum í kvøld vóru seks mál farin ígjøgnum, og soleiðis er tað fremvegis.

Skála var betri mannað, enn liðið leingi hevur verið, nú fleiri av teimum, sum hava verið skaddir, eru komnir fyri seg aftur. Og tað sást beinanvegin, at skálamenn vóru ikki komnir til Runavíkar fyri at grava seg niður.

Skálamenn vóru sera ágangandi. Teir spældu við stórum sjálvsáliti og vístu fínan hugburð, og í fyrra hálvleiki vóru teir fleiri ferðir í góðum støðum. Hóast tað ikki eydnaðist skálamonnum at spæla seg til heilt upplagdar málmøguleikar, so var talan um nógvar støður, tá ið heimamenninir kendu seg strongdar og ikki heilt álvuligar.

NSÍ hevði undan steðginum onkran góðan møguleika, men tað eydnaðist ikki at fáa mál.

Tað var málleyst, inntil meiri enn ein tími var farin. So var tað, tá ið tað restaðu stívliga 20 minuttir, at 19 ára gamli Steffan A. Løkin tók søkina í egnar hendur og syrgdi fyri málinum, sum bar øll stigini og oddasessin við sær.

Úr vinstru sneiddi hann framvið fleiri, og tá ið hann var komin í brotsteigin, sendi hann bóltin í handara síðunetið aftanfyri Bárð á Reynatrøð.

Steffan hevur higartil í ár staðið í skugganum av Klæminti A. Olsen og Petur Knudsen. Petur hevur brotið armin, og í kvøld fekk Steffan Løkin møguleikan, og hann tók av.

-Tað var gott, at tað eydnaðist at skora, tí eg hevði frammanundan havt fleiri góðar møguleikar. Eg havi sitið nógv á beinkinum, tí í Klæminti og Peturi eiga vit besta álopsparið í landinum, sigur málskjúttin Steffan Løkin.

Steffan Løkin hevur sambært faroesoccer áður skorað fýra mál í bestu deildini. Tey skoraði hann øll, tá ið hann í fjør var útleigaður til EB/Streym. Í kvøld skoraði Steffan fyrsta málið fyri barndómsfelagið, og tað var vorðið sum mál. Talan var um einmansavrik, og talan var um mál, sum var orsøk til, at NSÍ vann øll stigini og oddasessin.

Skálamenn spældu seg ikki til so nógvar upplagdar møguleikar. Tí iðra teir seg ivaleyst yvir, at teir ikki fingu meiri burtur úr deyðbóltsstøðum, sum teir vunnu. T. d. fríspark dygst uttanfyri brotsteigin og mitt fyri, tá ið tað bara restaði ein lítil løta. Ronni Møller-Iversen, sum vann frísparkið, royndi seg við skoti, men bólturin rakti í manngarðin.

Avrikið hjá Skála í kvøld var so mikið sannførandi, at tað kann ikki fara at vera leingi, inntil liðið fer at vinna fyrsta sigurin.

-Vit eru vónbrotnir av, at tað ikki eydnaðist at vinna stig, tí avrikið var so gott. Burtursæð frá dystinum í Fuglafirði hevur talan leingi verið um støðuga framgongd. Vit taka góða hugburðin við okkum og ætla okkum at vinna næstu ferð, tá ið vit fara at spæla ímóti EB/Streymi, sigur Skála miðvallarin Haraldur R. Højgaard.

 

https://www.in.fo/myndasavn/

 

NSÍ – Skála 1-0 (0-0)

1-0: Steffan Løkin 68.

Dómari: Petur Reinert

NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen, Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft – Aron Knudsen (Jann Martin Mortensen, 90.), Betuel Hansen, Salmundur Bech, Jann J. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen, Steffan Løkin

Gult kort: Oddur Á. Højgaard

Venjari: Glenn Ståhl

Skála: Bárður á Reynatrøð – Mikal á Reynatrøð, Teitur R. Joensen (Karl Martin Johansen, 79.), Petur Pauli Mikkelsen, Niels Pauli Danielsen – Ronni Møller Iversen, 

Pætur Dam Jacobsen, Haraldur R. Højgaard, Hjalti Strømsten (Djóni Petersen, 75.)  – Poul Kallsberg, Jan Ingason Hansen (Aksel B. Danielsen, 70.)

Gult kort: eingin

Venjari: Bill Jacobsen