Steinbjørn og danskir pengar

Ein tann mest fordummandi pennurin her á landi er tann hjá Steinbjørn B. Jacobsen

 

Dan R. Petersen

Javnaðarmaður



Ein tann mest fordummandi pennurin her á landi er tann hjá Steinbjørn B. Jacobsen. Við sínum sermerkta støplandi og hjálparleysa skrivingarlag hevur hann fylt bløðini við banalitetum, síðani hann læt seg pensionera við danskari eftirløn, sum annars bert tilfellur útbúnum fólkaskúlalærarum. Fáur man lesa, og ongin kommenterar hann. Eg skal tó gera eitt undantak í hesum føri, tí summi skilja onki, uttan tey fáa eitt skot av grovum høgli í afturpartin.

Í seinastu viku hevði hann ein av sínum høpisleysu stubbum í bløðunum undir heitinum ?Greipan hjá Nyrup?. Har viðger hann millum annað lønirnar hjá okkara fólkatingslimum, sum hann setur til 700,000 kr árliga. Fáur lýgur meira enn helvtina.

Eg havi fyrr víst á, hvussu púrgjørd okkara sjálvbestaltaða mentaelita (uha uha) er fyri sjálvsrannsakan. Hví viðger hesin danski pensionisturin danskar lønir, sum aðrir fáa? Sambært sáttmála millum lærarafelagið og fíggjarmálastýrið fær Steinbjørn B. Jacobsen 16.049 kr um mánaðin, sum hann sjálvur hevur søkt og biðið um. Sambært hvítubók rindar tann danski statskassin 80 % av lærarapensiónunum, so danir føða og klæða hesa fullveldishetjuna. Teir eiga hann við húð og hár. Men danskir pengar lukta ikki, og allarminst hjá tjóðskaparhøvundum. Nógvir súgva danskar grunnar og fondar sum nýføðingurin mammuna.

Tjóðveldisflokkurin hevur einaferð átt fólkatingssessin. Tað var Erlendur Patursson. Mundi hann lata seg velja fyri ta donsku lønina skyld? Mundu Karsten Hoydal fullveldisabbi, Zakarias Vang og Finnbogi Ísakson fara eftir tí donsku lønini, tá teir stillaðu upp einsamallir? Forrestin, var tað ikki júst undir einum donskum valstríði, at Zakaris fekk teir báðar, formannin í tjóðveldiflokkinum og blaðstjóran á 14. September í geglið? Intrigur í tjóðveldisflokkinum hoyra sanniliga ikki bara nútíðini til.

Hetta glepsið er ikki ætlað at raka allar høvundar, men bert teir tjóðskaparligu, sum hava tikið sær monopol upp á evnini at skapa og kanska ongi evnir hava. Heldur ikki er hetta ætlað at raka tann vanliga læraran, sum letur seg pensionera 60-ára gamlan. Hetta er beinleiðis ætlað einum skammleysum persóni, ið heglar niður á eitt system, ið føðir og klæðir hann. Ger tú skálkinum gott?

Munurin á teimum føroysku fólkatingslimunum og Steinbjørn B. Jacobsen er stórur. Teir fyrru fáa eina danska løn fyri eitt arbeiði, veljarin hevur sett teir til. Tann seinni fær eina danska pensión, hann sjálvur hevur biðið um. Men sjálvsrannsakan er ikki júst ein eginleiki, Steinbjørnsa kalibur er mest fongt við.