Í dag kl. 16.00 varð nýggja krimibókin, ”Horvna Rósan” – tann triðja í røðini hjá Steintór Rasmussen løgd fram á almennari móttøku í Spaniastovu í Klaksvík.
Pætur við Keldu sang og spældi, Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevnd býráðsins helt røðu, og Ragnhild Ellingsgaard hevði samrøðu við høvundan um bókina.
Aftaná varð boðið til ein leskandi bita.
Niðanfyri verður røðan hjá Signhild V. Johannesen endurgivin:
Góðan dag! – og takk fyri hetta høvið, sum mær er givið at bera fram eina vælkomuheilsan til tykkum øll, og eina serliga heilsan til tín, Steintór, nú tú í dag leggur fram tína nýggjastu skaldsøgu “Horvna Rósan”, sum vit hvørki vóna ella vænta verður tín seinasta, so virkin, skapandi og fjølbroyttur, tú ert sum listamaður.
Steintóri so líkt, so er hesin framløgudagur bæði væl fyriskipaður og ikki minst er hann væl valdur, tí í dag er jú flaggdagur okkara, har vit minnast og hátíðarhalda, at føroyska flaggið, Merkið, tann 25. apríl 1940 varð viðurkent sum tjóðarmerki okkara, føroyinga, og har vit á ein serligan hátt seta fokus á samleika okkara sum serstøk tjóð við egnum máli, mentan og siðaarvi.
Á hesum flaggdegi, nú Merkið verður vundið í húnar hátt kring alt land okkara, kunnu vit í dag fegnast um, at Steintór Rasmussen letur landsmonnum sínum skaldsøguna “Horvna Rósan”.
Hetta leiðir tankar mínar til, at rósan og Merkið eru ímyndir av tveimum eginleikum og tørvum, sum vit menniskju ikki kunnu vera fyriuttan.
Í meðan Merkið ímyndar okkara føroyska samleika, so ber rósan boð um kærleikan, sum jú er størstur av øllum. Felags fyri hesi bæði – samleikan og kærleikan – er, at tað finst einki gott mannalív uttan tey.
Eins væl og vit ikki kunnu liva uttan ein samleika – uttan at hoyra til og kenna okkum sum part av einum samanhangi ella samfelag – so kunnu vit heldur ikki liva uttan kærleikan.
Vit eru her í dag at hátíðarhalda útgávuna av eini krimi-skaldsøgu, og um tað er nakað, sum varpar ljós á bæði tað góða og ringa í okkum menniskjum, og hvussu samansett vit eru, so man tað júst vera krimi-skaldsøgur.
Halgabók staðfestir eisini hetta sama, tá ið hon sigur, at tunguna fær einki menniskja tamt – hetta óstýriliga illa – og tí ganga út bæði signing og bann úr sama munni.
Eg haldi, at hetta lýsir so væl okkum menniskju. Vit gerast kedd, og vit gerast glað av øðrum menniskjum, sum vit liva og luta lívið saman við, og sum vit møta á lívsleiðini. Menniskju sum antin kunnu signa ella eisini fella dóm, um vit eru ella kunnu nakað.
Tí kann tað bæði vera hent og neyðugt at vera sum rósan. Hon hevur fleiri løg av bløðum, sum fjala ta innastu kjarnuna. At hava ein skjøldur ella eitt lag at verja ein sjálvan, er oftani neyðugt í lívsins hørðu avbjóðingum.
Í sanginum um heimstaðið yrkir Steintór, at “tað vakra hugtekur øll – víkirnar, eiðið og fjøll”. Loyndarmálið við rósuni er, at har eru fleiri løg, sum liggja so vakurt uttan um hana, so hon kann standa so stinn og vøkur ímillum aðrar blómur. Tornurnar á stelkinum eru eisini eitt amboð fyri at yvirliva, men rósunnar fremsta eyðkenni er og verður altíð tað hugtakandi vakra.
Í lýsing síni av hesi krimi-skaldsøguni skrivar Steintór, at “Horvna rósan er ein krimisøga um glataðan kærleika og persónliga forfylging í einum frændaveldi, har valafólk innan list og mentan prísa og fella dóm yvir tíðarinnar stóru skaparar og taparar”.
Góði Steintór
Frá heilt ungum av hevur tú verið tín egni við sjálvstøðugum hugsanum og ætlanum. Tú vart ein unglingi millum aðrar, ið settu dagsskránna her í býnum. Tú vart ongantíð ræddur fyri at geva vanliga borgarliga klaksvíkinginum høvuðbrýggj.
Á mínum cowboyjakka eitt friðarmerki stóð,
og vit sungu saman tá "All you need is love"
lívið tað var okkara - vit áttu hesa tíð,
vit høvdu egnar taknar, og vit vildu vera frí
Hóast tú tordi at liva dreymar, sum fóru út um tað “normala”, so var kærleiki tín til Heimstaðið tíbetur so stórur, at tú búsetti teg millum Klakk og Kjøl, her tú hevur verið ómetaliga virkin og fjølbroyttur sum fólkaskúlalærari, íverksetari, rithøvundur, familjumaður og ein vinur og viðspælari fyri okkara bý.
Henda løta er enn ein ávøkstur av tínum virkna lívið – enn eitt úrslit av tínum lívsins listaverki.
Sjálv síggi eg Steintór sum ein mann við stórari lívsbagagu, sum sigur frá, at har bylgist nógv innaní. Eitt gongulag ið vísir sjálvsikkurheit, men við einum tvisti av at merkja eftir og fara varðisliga fram. Títt eygnabrá ber boð loyndardómar um kærleika, hatur, pínu, gleði og frælsi í andlitinum, eitt kensluligt menniskja handan rithøvundanum. Og hetta er ómetaliga gott – tí er tað nakað, vit hava nóg mikið av, so er tað úttrykksleys andlit og persónar, sum drena okkum fyri spenning, gleði og framburð.
Í dag er flaggdagur. Dagurin, ið styrkir okkara samanhald og okkara samleika, og dagurin, har Merkið sleppur at veittra og boða okkum frá um eitt land og fólk, sum berjist fyri rættvísi, samhaldi og okkara ríkidømi, sum lívið og menniskjan kann skapa.
Rósan sigur okkum, hvussu vit eru vøkur, samstundis sum vit stinga og sára onnur. Men innan í okkum øllum liggur nakað fjalt, nakað sum kann búnast og blíva til nakað stórt og gott.
Góði Steintór, hjartaliga til lukku við bókini “Horvna Rósan” – eitt heiti, sum minnir okkum á, at framtíðin er okkum fjald, og vit liva dagin sum tann einasta, vit hava.
Takk fyri!
Myndirnar hevur Dávur Winther tikið.