Eftir upprunaligu ætlanini skuldi skipið pumpa kemisku avfallsevnini frá Zout Chemie felagnum í AKZO-konsernini í Rotterdam út í Norðsjógvin, men mótmælir frá Danmark og Norra fyribyrgdu hesum.
Ístaðin varð avgjørt at fara út á Altantshavið, men eftir at m.a. Írland, Føroyar og Ísland harðliga høvdu mótmælt, vendi Stella Maris heim aftur til Hálands, har avfallið varð uppskipað.
Stórur almennur áhugi var fyri hesum skipið. Jákup Andrias Arge í Havn, sum tá vanliga tók myndir fyri danska sjónvarpið, filmaði hendingini í Havn, og í tí sambandi varð eitt flogfar sent úr Fornebu floghavnini í Oslo til Vágar eftir filminum, sum varð vístur í t.d. hálendskum og donskum sjónvarpi.
Jákup Andrias Arge sigur, at alt hetta skuldi ganga so skjótt fyri seg. Tá flogfarið kom til Fornebu í Norra, var filmurin koyrdur við politiverju gjøgnum býin til norska sjónvarpið. Jacob Nielsen frá Danmark Radio, sum ofta hevði verið í Føroyum, takkaði Jákup Andriasi fyri filmin og segði m.a.Du havde æren af at skibet endte i Holland igen, fordi din film blev vist i fjernsyn i flere lande.