- Tá vikan er av vænti eg, at vit eru komnir væl áleiðis, sigur Kaj Leo Johannesen, sum saman við Jørgeni Niclasen vóru gestir á Rás2 seinnapartin í gjár Teir báðir floksformenninir lata væl at samráðingunum um eina nýggja ABC-samgongu.
- Eingin flokkur fer í samráðingar uttan at teir vænta, at teir fáa nakað av sínum politikki við, siga Jørgen Niclasen og Kaj Leo Johannesen.
Enn eru teir ikki komnir til potensiellu snávingarsteinarnar, men stemningurin í samráðingunum er sera góður.
Fíggjarlógin er umrødd, men ikki rættiliga viðgjørd.
- Vit hava ikki sæð fíggjarlógaruppskotið, sum CHE-samgongan arbeiddi við, men eitt hall upp á út við 400 milliónir er alt ov stórt. Eitt hall á fíggjarlógini er í sjálvum sær eingin katastrofa, men tá talan er um eina slíka upphædd, so ber tað snøgt sagt ikki til, segði Jørgen Niclasen.
Annars hava teir avgjørt at bíða til síðst við býtinum av málsøkjum. Har er sostatt einki avgjørt enn, heldur ikki hvør verður løgmaður.
Samráðingarnar verða uppaftur tiknar í morgun hálvgum tíggju.