Sten Balle 70 ár.

Leygardagin 19. juli fylti Sten Balle í Havn 70 ár

Sten er føddur í Grønlandi og flutti sum tvey ára gamal saman við foreldrum sínum til Danmarkar. Foreldrini vóru Birgithe og Nicolaj Edinger Balle, bæði donsk. Sten vaks upp í Keldby á Møn, har pápin var prestur. Hann er útbúgvin sivilverkfrøðingur og giftist í 1960 við Margretu, vanliga nevnd Diddan, dóttir Dennu og Kjartan Mohr í Havn.
Í 1961 komu tey til Føroya í samband við byggingina av Landssjúkrahúsinum, tá Sten fekk arbeið sum verkfrøðingur hjá byggifelagnum Lamhauge & Waagstein. Seinni í 60-unum bleiv Sten settur sum stjóri á deildini hjá byggifelagnum E. Pihl & Søn í Føroyum. Hann hevur arbeitt hjá hesum felag til 2002, tá hann fór frá fyri aldur. Diddan og Sten búgva í Havn og eiga fýra børn: Kristin, Gitta, Gunvør og Nicolei. Í sambandi við 70 ára føðingardagin eru eini 30 fólk komin úr Danmark, bæði familja og gamlir vinir.