Stendur ikki á at fylla nýggja Vallaraheimið

Vallaraheimið Tórshavn varð alment tikið í nýtslu í gjár, og longu nú boðar Smyril Line frá, at eftirspurningurin er tvífaldaður í mun til í fjør

Í gjár seinnapartin var móttøka á nýggja Vallaraheiminum Tórshavn hjá Smyril Line, ið liggur í Húsahaganum í Havn. Vallaraheimið er annars tikið í nýtslu fyri tveimum mánaðum síðani, men bíðað hevur verið við móttøkuni, til arbeiðið uttandura varð liðugt. Tað er tað nú. Húsini standa í einum snøggum og hampaðum øki við síðuna av væl útgjørda Hotel Føroyum og annars fríu og vøkru náttúruni við útsýni yvir høvuðsstaðin, havnarvág og Nólsoynna.

Smyril Line hevur í fleiri ár rikið vallaraheim í Havn. Badmintonhøllin og onnur høli hava verið leigað til endamálið, men hesar loysnirnar hava ikki verið nóg góðar. Onnur vallaraheim í Føroyum lata ikki væl at bíleggingunum í summar, men á Vallaraheiminum Tórshavn stendur ikki á at fylla húsið.

- Síðani Norrøna byrjaði summarsiglingina hevur verið nærum fult fleiri ferðir. Tað hongur neyvt saman við siglingini hjá Norrønu. Serliga mánadag til mikudag, og aftur fríggjadag fyllist húsið við ferðafólki, serliga íslendingum, norðmonnum og dønum. Ferðafólk, ið ikki hava bílagt kamar áðrenn, støkka eisini inn á gólvið og biða um eina song, sigur Áki Jespersen, leiðari á Ferðamannadeildini hjá Smyril Line.

Í mun til í fjør, tá ið Smyril Line leigaði Badmintonhøllina til vallaraheim, er undirtøkan tvífaldað.

- Vit koma ikki uttan um, at ferðafólk serliga vilja gista og vitja í Havn. Tí er avgjørt tørvur á einum vallaraheimi sum hesum. Eitt árið fyrst í 90-unum høvdu vit einki vallaraheim, og tá stóð á at fáa vallarum innivist, sigur Áki Jespersen.


Munandi marknaðarføring

Smyril Line ger nógv burtur úr at marknaðarføra Vallaraheimið Tórshavn. Felagið tekur lut á 7-8 ferðavinnustevnum um árið, og har tey ikki eru, hava tey onnur fólk sum taka sær av marknaðarføringini. Á internetinum ber eisini til at frætta nærri um ymsu tilboðini, Smyril Line hevur.

Vallaraheimið Tórshavn er uml. 600 fermetrar í tveimum hæddum. Á heiminum eru 22 kømur býtt upp í 2, 4 og 6 manskømur, í alt 98 seingjarpláss. Hentleikarnir eru góðir. Har er myntvask, góð toiettviðurskifti, køkur og matarsalur við sjónvarpi. Opið verður alt árið. Starvsfólk á Hotel Føroyum taka sær av vallaraheiminum.

Eli Zachariassen, byggiverkfrøðingur, hevur staðið fyri arbeiðnum. Húsini kosta góðar fýra miljónir krónur, nú tey standa liðug.