Stendur illa til hjá Kongsvinger

Fótbóltur: Í løtuni er moralurin ikki serliga góður í Kongsvinger, har føroyingurin Julian Johnsson spælir. Spælararnir eru so smátt farnir at hugsa um seg sjálvar

Støðan í felagnum hjá Julian Johnsson, Kongsvinger, er spent, nú tað bert resta fýra umfør í norsku landskappingini.

Í løtuni liggur Kongsvinger á triðniðasta plássi í Tippeligaini, og um teir enda á hesum plássinum, skulu teir spæla móti triðbesta liðnum í 1. deild um upp- og niðurflyting.

Hetta er ikki tað, felagið hevði ætlað, tá kappingin byrjaði, men soleiðis er støðan, og tí er lagið í Kongsvinger ikki serliga gott í løtuni.

? Nei, moralurin er ikki serliga góður í løtuni. Eg haldi tað merkist, at spælararnir so smátt eru farnir at hugsa um seg sjálvar og sína egnu framtíð, sigur Julian Johnsson úr Noregi. Hann var ikki við í seinasta dystinum, sum Kongsvinger tapti 0-4 á útivølli móti oddaliðnum Rosenborg, tí hann lá sjúkur við influensa.

? Tað kemur nokkso ofta fyri, at spælarar blíva sjúkir, tí vit venja so hart, at verjuskipanin hjá okkum viknar, sigur Julian, sum er frískur aftur og klárur at tørna út fyri Kongsvinger í heimadystinum móti Tromsø komandi vikuskifti, um venjarin velur at taka hann við.

Herfyri skifti Kongsvinger venjara, og nú eitur maðurin, sum skal bjarga liðnum, Per Brogeland.

? Nýggi venjarin er betri enn tann, vit høvdu frammanundan, sigur Julian.

? Hesin venjarin sker meira ígjøgnum og hevur størri autoritet. Hann tosar meira við spælararnar, eisini hvør sær, sigur føroyski landsliðsspælarin, ið kortini heldur, at nógvar av útskiftingunum hjá nýggja venjaranum hava verið eitt sindur løgnar. Hann hevur ikki hildið seg til sama liðið, men roynir eftir øllum at døma at finna røttu uppstillingina, hóast støðan á stigatalvuni ikki leggur upp til tílík eksperiment.

? Men nýggi venjarin hevur eisini fingið teir eldru spælararnar á liðnum at taka ábyrgd. Teir eldru, sum allir spæla í verjuni, hava annars havt lyndi til at givið monnunum, sum eru longri frammi á vøllinum, skyldina, men Brogeland hevur fingið teir at síggja, at vit allir hava ábyrgdina, sigur Julian Johnsson.

Tað kom illa við hjá Kongsvinger, at Vålerenga herfyri sera óvæntað vann á oddaliðnum Molde. Vålerenga, sum hevur fyrrverandi norska landsliðsvenjaran Egil Drillo Olsen sum venjara, liggur á 13. plássi, beint frammanfyri Kongsvinger, við trimum stigum fleiri.

? Men eg taki tað róligt. Eg havi úr at gera við at stríða meg á liðið, sigur Julian Johnsson, sum nú hevur spælt 24 týðandi dystir fyri Kongsvinger í ár ? 19 í Tippeligaini, ein í steypakappingini og fýra í Intertoto-kappingini. Verður hann við móti Tromsø í vikuskiftinum, kann hann sostatt halda eitt lítið jubileum fyri sín 25. dyst á liðnum.

Kongsvinger hevur fýra dystir eftir: heima móti Tromsø, úti móti Strømsgodset, heima móti Viking, og at enda úti móti Haugesund, sum liggur eitt pláss niðanfyri Kongsvinger á stigatalvuni. Sum støðan er nú, kann hesin seinasti dysturin gerast sera avgerandi.