Sterk fakligheit og málrættaði átøk geva menniskjansligt haldføri 

Starvsfólk eru amboðið, sum bjóðað verður fram, tá arbeiðast skal við menniskjum. Eins og amboð mugu røkjast, skulu menniskju, sum bjóða seg fram at arbeiða, eisini røkjast.

 

Sálarliga arbeiðsumhvørvið

 

Fyrsta august kom nýggj kunngerð í gildið um sálarligt arbeiðsumhvørvi. Í hesum sambandi hevur landið bundið seg til at tryggja karmarnar, ið starvsfólk skulu virka undir, og at tryggja eftirlitið. Í hesum sambandi, er tað ábyrgdin hjá landinum, at byggja fundamentið undir einum tryggum sálarligum arbeiðsumhvørvi, og at definera uppgávuna hjá einstaka arbeiðsgevanum. Starvsfólkarøkt er ein týðandi partur av hesum, herundir at tryggja, at arbeiðsvikan verður stytt.

 

Samstarv á vælferðarøkinum

 

Hugsa vit um barnaøkið, skúlaøkið og eldraøkið, er hetta økið spjatt millum land og kommunur. Tað er ofta tvídráttur millum partarnar. Landið ger lógir, kommunurnar skulu fremja hesar. Sum er verður tað mesta mátað í krónum og oyrum, og tá er trupult at hyggja eftir fakligheit og trivnaði.

 

Tí hevur tað týdning, at landið longu frá vøggustovu setur sær fyri, hvør fakligheit skal vera á stovninum, og hvussu hon verður raðfest og hildin við líka, tá um ræður allar partar av vælferðarøkinum. Land, kommunufelagið og fakligheitin innan økini mugu seta seg saman og gera eina ætlan fyri, hvussu hetta skal skipast. Breiðar semjur millum geirar er vegurin fram.

 

Nøgd starvsfólk gevur betur úrslit

 

Tá starvsfólk trívast, sæst tað beinleiðis hjá tí einstaka. Ein sær í størri mun:

 

  • Tryggleika
  • Sterkari og støðugari relatiónir
  • Betri fakligheit
  • Minnið útskifting

 

Hetta er gott fyri einstaka starvsfólkið, men gevur eisini eina munandi betri og meira samanhangandi tænastu.

 

Støðufesti í vælferð og arbeiðslívi

Tá starvsfólk, ið arbeiða innan vælferðartænastur, trívast, skapa vit bestu karmar fyri menning í øllum samfelagnum. Fáa starvsfólk innan vælferðartænastur umstøður, ið tryggja eina góða tænastu, gevur tað støðufesti og trygd – til gagns fyri allar vinnur í Føroyum.

 

 

 

Jóhanna Jancyardóttir, valevni fyri Javnaðarflokkin