Sterk spreinging í vørubili í Leirvík

Seint fyrrapartin fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var komin í ein vøruvogn í Leirvík. Løgreglan sigur, at ein spreinging var í bilinum, og síðan stóð bilurin í ljósum loða.

Klokkan 11.47 í dag fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var komin í ein vøruvogn í Leirvík. Løgreglan sigur, at ein spreinging var í bilinum, og síðan stóð bilurin í ljósum loða.

 

Løgreglan sigur, at eingin mansskaði hendi, men bilurin er vrak. Eini sethús í grannalagnum, har hendingin fór fram, hava eisini fingið onkran skaða.

 

Onkrar gassfløskur vóru í vørubilinum, men løgreglan veit ikki enn við vissu, um hesar høvdu nakað við sjálvan eldsbrunan at gera.

 

Eygnavitni í Leirvík siga, at tað vóru tríggir brestir, harav tann eini var nógv hvøllari enn hinir. Enn er ikki full greiða fingin á, hvat tað veruliga var, sum hendi við vørubilinum í Leirvík.

 

Myndirnar tók Benjamin Gøte.