Sterk vinna skapar vælferð

Eitt sterkt og kappingarført vinnulív er grundarlagið undir føroyska samfelagnum. Tað er nevniliga vinnan, sum skapar arbeiðspláss, virði og inntøkur til landskassan – og harvið fíggjar okkara vælferð.

 

Í Føroyum síggja vit hetta serliga í fiskivinnuni, alivinnuni, flutningsvinnuni og øðrum útflutningsvinnum. Føroyskur fiskur og laksur verður seldur á marknaðum kring allan heim, og flutningsvinnan tryggjar, at føroyskar vørur verða fluttar út til kundar uttanlands. Hetta skapar arbeiðspláss kring alt landið og er grundarlagið í føroyska búskapinum.

 

Hesin peningur fíggjar okkara vælferðarskipanir – heilsuverkið, útbúgvingarskipanina, eldrarøktina og annað. Uttan eina sterka vinnu hevði okkara vælferðarsamfelag ikki verið til.

 

Tí er neyðugt við einum greiðum vinnupolitikki, sum styrkir føroyska vinnu. Tað merkir fleiri handilssáttmálar, fleiri tvískattasáttmálar, ITF-sáttmálar og støðugar karmar, sum gera tað lættari at skapa arbeiðspláss og virði.

 

Ein sterk vinna er ikki bara góð fyri vinnuna sjálva. Hon er grundarlagið undir okkara vælferð og framtíðini hjá Føroyum og fólkinum, ið her býr.

 

Fróði Hammer, valevni hjá Fólkaflokkinum

 

Valdið til fólkið

 

– Vel Fólkaflokkin 26. mars