Sterkari sól orsøk til alheims upphiting

Granskarar eru komnir fram til, at strálingin frá sólini er økt munandi ta seinastu øldina. Hetta er høvuðsorsøkin til alheims upphitingina heldur enn økta nýtslan av fossilum brennievni

Við hesum úrslitinum vísa granskararnir aftur, at upphitingin av jørðini kann steðgast við at leggja hægri avgjøld á brennievni.

Granskarar eru annars fyrr komnir fram til, at ovurnýtsla av fossilum brennievni hevur verið høvuðsorsøkin til alheims upphitingina, og tí hava fleiri politikarar arbeitt fyri at hækka avgjøldini á brennievni. Tískil eru brennievni vorðin dýrari hjá brúkarunum, og hetta er gjørt fyri at tálma nýtsluni.


Økt stráling

Orsøkin til, at tað er vorðið heitari á jørðini seinnu árini, er tó heldur økt stráling frá sólini. Tískil verður meira hiti sendur av sólini á jørðina enn áður. Hetta er orsøkin til vakstrarhúsárinið, verður sagt í eini frágreiðing, sum granskarar frá ESA (European Space Agency) hava gjørt.

Í granskingini eru upplýsingar frá fylgisveinum og aðrar stjørnufrøðiligar upplýsingar nýttar at prógva, at leikluturin hjá sólini hevur verið undirmettur í øðrum granskingarúrslitum viðvíkjandi vakstrarhúsárininum, sum eru komin fram tey seinnu árini.

Nýggju kanningarnar fara at hava stóra politiska ávirkan. Politikarar hava í fleiri ár tikið við ráðum frá granskarum, sum hava sagt, at fyri at minka um vakstrarhúsárinið er neyðugt at hækka avgjøldini á brennievnum og hækka vegskattin. Á tann hátt verður útsendingin av koldioxidi minkað. Granskarar hava mett, at ækta mongdin av koldioxidi í luftini er størsta orsøkin til vakstrarhúsárinið.

Seinastu øldina er hitalagið á jørðini økt við 0,6 hitastigum. Granskarar spáa, at henda økingin verður 2 hitastig um hundrað ár. Økti hitin hevur havt við sær, at ein stórur partur av ísinum við báðar pólarnar er smeltaður, og vetrarnir um okkara leiðir eru heldur heitari.


Fleiri faktorar

Granskingarúrslitini benda á, at upphitingin stavar frá, at mongdin av orku, sum verður send út av sólini, er vaksin munandi. Tað sama er galdandi fyri mongdina av ultraviolettum ljósi. Hetta er hent, samstundis sum at magnetøkið hjá sólini er tvífaldað. Magnetøkið er við til at forða einum stórum parti av teimum kosmisku strálunum, sum eru við til at skapa skýggj, at koma at jørðini. Við tað at færri skýggj eru, sleppa sólarstrálurnar lættari at jarðarflatuni.

Ein stórur partur av upplýsingunum er fingnar frá Soho fylgisveininum, sum skrásetir virksemi á sólini.

Ein av leiðarunum av verkætlanini, sum eitur Paal Brekke, sigur, at tað at leggja hægri avgjøld á brennievni kann verða gott á onkrum økjum, men at tað ikki fer at hjálpa nakað serligt í stríðnum at halda jørðina so kalda, sum hon er nú.

Vakstrarhúsárinið kemst av, at lufthválvið kring jørðina virkar sum glasið í einum vakstrarhúsi, har sólstrálurnar sleppa inn, men hitin verður fangaður inni í húsinum.

Hildið hevur verið, at orsøkin til hetta er, at mongdin av koldioxidi í luftini er økt við 30 prosentum tey seinastu árini. Koldioxidið stavar frá bilum, orkuverkum og øðrum motorriknum akførum.

Leikluturin hjá sólini var ikki tikin so álvarsliga í hesum sambandi. Granskarar hava fyrr hildið, at samlaða orkan frá sólini bara er økt 0,7 prosent seinastu 150 árini, og at bara ein tíggjundapartur av upphitingini stavar frá sólini.

At ultravioletta ljósið er økt 3 prosent er ikki tikið við í kanningarúrslit áður, og tað hevur við sær, at meira hiti verður fangaður á jørðini.

Niðurstøðan hjá granskarunum er tann, at sólin er høvuðsorsøkin til upphitingina, sum vit uppliva í løtuni, og at ísurin við pólarnar bráðnar. Tað er ikki økta koldioxidi í luftini, sum fyrr hildið. Enn er ikki greitt hvørjar avleiðingar hetta úrslitið fær, ella um tað verður tikið við í metingarnar hjá politikarum.