Sterkasti maður vitjar í Skopun

Nú Fitnesshøllin Sandoy leggur fyrsta árið aftur um, verður tiltak í Skopun sunnudagin, har eisini Føroya sterkasti maður vitjar.

Nú Fitnesshøllin Sandoy verður eitt ár, fara eigararnir at gera eitt sindur burtur úr degnum, sum verður hildin 2. september, sum er sunnudagin komandi.

 

- Vit fara at hava høllina opna fyri almenninginum frá 13-17 henda dagin, og vit fara at bjóða kaffi, te og okkurt lekkurt afturvið. Sjálvandi er dagurin eisini ætlaður børnum, sum eisini fara at fáa okkurt gott.

 

Eigararnir av Fitnesshøllini Sandoy siga, at Føroya sterkasti maður, Bjarni Nielsen, eisini kemur á vitjan í Skopun sunnudagin.

 

- Bjarni Nielsen kemur á vitjan frá klokkan 14. Hann fer at vísa sína styrki, og hann fer at geva sítt boð upp á, hví hann er sterkasti maður í Føroyum. Høvi verður eisini at taka myndir og fáa autograf frá honum.

 

Tey, sum standa aftan fyri Fitnesshøllina Sandoy siga, at øll eru hjartaliga vælkomin, og tey vóna, at nógv vilja gleðast saman við teimum um hetta fyrsta árið við fitnesshøll í Skopun.