Sterkt írskst U21-landslið

Meðan føroyska U21-lands­liðið hevur spælt tveir dyst­ir í undankappingini, so hev­ur U21-landsliðið hja Írlandi bara spælt venj­ing­ar­dystir. Úrslitini hjá teimum hava hinvegin verið góð

– Teir eru stórir og sterkir. Eru ótrúliga væl fyri kropsliga og eru vanir við at spæla í League One og League Two í Onglandi. Onkur hevur enntá royndir frá Premier League, sigur Bill M. Jacobsen, sum er U21 landsliðsenjari saman við Heðini Askham.
Tað er heldur ikki utt­an orsøk, at U21 lands­liðs­venjarin er varin, tá hann tosar um írska U21 lands­liðið. Teir hava spælt tríggjar venjingardystir í ár. Allar hava verið móti stór­um fótbóltstjóðum og úrs­lit­ini hava verið á góðari leið.
6. feburar vunnu teir ikki minni enn 3-0 á Hollandi. Í mars mánaði spældu teir móti Portugal og taptu 2-1. Seinasti venjingardysturin var móti Danmark. Hann endaði við javnleiki 0-0.
Ein av stjørnunum á írska U21 landsliðnum er Shane Duffy, sum hevur spælt fimm dystir fyri Everton í ensku Premier League.
Ikki færri enn tríggir av teimum eru sáttmála­bundnir í Aston Villa, með­an onnur feløg, ið eru um­boðaði í írska hóp­inum eru QPR, Watford, Birmingham, Wolverhampton og Black­burn.
Vit kunnu tí vænta okkum týpiskan bretskan fót­bólt frá íska U21-lands­liðnum. Tað er við høgari ferð, nógvum longum bólt­um og nógvum nær­dyst­um.

Onkir troyttir spælarar
Føroyski U21-landsliðs­hóp­urin líkist nógv tí sum var úttikin seinast. Kristian Joensen er aftur í málinum og spælir væntandi ein full­an dyst. Í verjuni eru Bárður Hansen, Rene Joensen, Hørður Askham og Sonni Ragnar Nattestad allir við.
Faktist eru allir ellivu, sum byrjaðu inni móti Rumenia í flott 2-2 javnleik­inum á Toftum fyrr í ár, við aftur hesaferð.
Tí kundi verið líkt, at upp­stillingin kemur at líkjast nógv tí, sum hon gjørdi tann dagin.
Munurin er tó, at fleiri av okkara spælarum hava spælt nógvar dystir í sein­astuni. Summir hava spælt bæði í steypakappingini og í Evropa.
– Vit spæla við øllum tí sum vit orka í fyrra hálv­leiki, men so hava vit eyg­uni við teimum, sum hava spælt nógv í summar. Helst koma útskiftingarnar at verða ávirkaðar av tí, sigur Bill M. Jacobsen.