Venjarin hjá Sunderland gjørdist fyrsti Premier League venjarin, ið fekk sparkið hetta kappingarárið. Fyrrverandi venjari hjá Gunnari Nielsen er ein av favorittinum hjá veddingarfyritøkunum at taka yvir.
Eitt 2-1 tap móti botnliðnum Wigan á heimavølli gjørdist mønustingurin hjá Steve Bruce sum venjari hjá Sunderland. Fyrrverandi Manchester United miðverjin tók við starvinum í 2009, men megnaði bara at vinna 29 av 98 dystum sambært Sky Sports.
Martin ONeill og Mark Hughes eru favorittar hjá veddingarfyritøkunum at taka yvir á Stadium of Light. Martin ONeill hevur verið arbeiðsleysur síðani hann gavst sum venjari hjá Aston Villa fyri hálvum øðrum ári síðani.
Marks Hughes gavst í summar sum venjari hjá Fulham og hevur síðani verið serfrøðingur hjá Sky Sports. Mark Hughes hevur verið venjari hjá Gunnari Nielsen í bæði Blackburn og Manchester City.
Aðrir menn á listanum eru Rafael Benitez, Carlos Ancelotti, David Moyes og Guss Hiddink, men tað verður ikki mett at verða sannlíkt, at nakar av teimum verður at síggja sum venjari hjá Sunderland.
Sunderland hevur bara megnað at skravað 11 stig saman og er nummar 16 í Premier League, tvey stig frá niðurflytingarstrikuni.