Stevið var burtur

- Vit eru samdir um at fara hvør sín veg. Væl saktans tí at vit ikki longur hava tað stevið, sum man gjarna vil, sigur Magni Arge, nú fyrrverandi stjóri í Atlantsflog

- Vit eru samdir um at fara hvør sín veg. Væl saktans tí at vit ikki longur hava tað stevið, sum man gjarna vil, sigur Magni Arge, nú fyrrverandi stjóri í Atlantsflog.

 

Støðan er nýggj. Somikið nýggj, at Magni Arge hevur ilt við at seta orð á tað, sum er farið fram í føroyska flogfelagnum ídag. 18 ár í stjórastólinum eru av.

 

- Vit eru samdir um at fara hvør sín veg, staðfestir Magni Arge turt.

 

Hann greiðir frá, at nevndin hevur gjørt eina fráfaringaravtalu við seg, hevur sett ein nýggjan stjóra í starv, og annars biðið seg um at vera til taks at vegleiða nýggja stjóran fyrstu tíðina.

 

Beinleiðis spurdur um orsøkina, svarar Magni Arge, at hon er at finna í manglandi stevi millum nevnd og leiðslu.

 

- Tú kann væl saktans siga, at vit hava ikki longur tað stevið, sum man gjarna vil, sigur Magni Arge.

 

Aðalfundur var í Atlantsflog 8. mars. Tá varð Niels Mortensen valdur til nýggjan nevndarformann. Bara góðar tveir mánaðir seinni fór næstformaðurin í nevndini, Jens Wittrup Willumsen úr nevndini.

 

Og nú er so tíðin eftir øllum at døma komin til at skifta stjóran.

 

Nýggjur í stjórasessinum er 52 ára gamli Jørgen Holme, sum hevur eina fortíð í SAS, Spanair og AirGreenland. Hann skal í fyrstu atløgu vera stjóri í Atlantsflog í eitt til tvey ár.

 

Magni Arge ynskir ikki at útgreina, hvat tað er fyri kós, sum nú skal setast út í kortið, og sum krevur ein nýggjan stjóra.

 

- Tað mást tú tosa við nevndarformannin um, sigur Magni Arge.

 

Magni Arge hevur sum nevnt verið stóri í Atlantsflog í 18 ár. Enn hevur hann trupult við at seta orð á kensluna, nú tíðarskeiðið er av.

 

Les eisini: Magni Arge fortíð í Atlantsflog

 

- Eg veit ikki enn. Alt er so nýtt, so hetta má sodna eitt sindur. Eg má venja meg við tankan, sigur Magni Arge.

 

Nú fyrrverandi stjórin í Atlantsflog vil tó lýsa sína stjóratíð í føroyska flogfelagnum sum eina sera ríka tíð.

 

- Henda tíðin hevur verið eitt stórt privilegium fyri meg, sigur Magni Arge.

 

Hann dugir enn ikki at siga, hvat hann nú fer at takast við.