Byggigølan við Torkilsgøtu og Jørmundargøtu uppi við Løgmannabreyt, hevur kostað byggiharranum, Høgna Mikkelsen, snøggar 12.864.526,25 krónur. Og hesar pengarnar vil hann nú hava aftur frá Una Patursson, sum hevur projekterað arbeiðið.
Høgni Mikkelsen hevur tí stevnt í fyrsta lagi Una Paturssyni og í øðrum lagi HMP consult eftir pengunum. Hetta hongur saman við, at HMP consult, sum Uni Patursson stovnaði saman við Hans Haraldsen, Luterius Hansen og Vilhelm Matras, ið framman undan starvaðust hjá Fa. Uni Patursson, yvirtók arbeiðið hjá Høgna Mikkelsen á Løgmannabreyt.
Málið er eitt sindur torskilt, eftir sum spurningurin er, um ábyrgdin skal ella kann tvíbýtast millum Fa. Una Patursson og HMP consult. Verður hetta veruleiki, ljóðar kravið til HMP consult upp á 5.935.426,25. Tað merkir so aftur, at fær saksøkjarin viðhald, skal HMP consult rinda nevndu upphædd, meðan Uni Patursson so skal gjalda tað ið restar í upp til 12.864.526,25 krónur.
Málið gjørdist rættiliga drúgt, tá tað var fyri í Føroya Rætti í gjár. Sigmund Poulsen, sum umboðar Una Patursson, legði fyri við at dokumentera tey skjøl, sum liggja til grund í málinum, og síðani gjørdi Bjørn á Heygum tað sama vegna Høgna Mikkelsen. Poul Hansen, sum umboðar HMP consult, dokumenteraði somuleiðis nøkur fá skjøl.
Hendan dokumentatiónin gjørdist drúgv. Hon byrjaði klokkan tíggju fyrrapart og endaði ikki fyrr enn klokkan var farin av tvey seinnapart – tó við hálvum tíma døgurðasteðgi.
Vildu ikki trúgva tí
Eftir hetta komu vitnisfrágreiðingarnar fyri. Fyrsta vitni var Høgni Mikkelsen. Hann greiddi frá, at hann gjørdist varðugur við fukt í húsunum, tá ein av húsaánarunum ringdi og kærdi sína neyð.
Høgni Mikkelsen fór á staðið, og teir kundu staðfesta, at trupulleikar vóru við gólvunum. Hann greiddi víðari frá, at hann gjørdi av at skifta gólvið, men tað gekk bara stutt tíð, so var sami trupulleikin aftur.
Fyrsta ábendingin um, hvat var galið, kom tá ein tryggingarmaður kom á staðið. Hann hevði varhugan av, at tað var drenlagið, ið ikki var nóg gott.
Hetta hevði Høgni Mikkelsen ilt við at trúgva, tí hetta var mátin, ið vanliga var nýttur at byggja sethús. Semja var um at fáa ein sýnsmann at kanna húsini, og heitt varð á Eyðfinn Lenvig, byggifrøðing um at gera sýnsmeting.
Hann kom til ta niðurstøðu, at partvíst var gólvkonstruktiónin skeiv, og partvís var drenlagið úr óegnaðum tilfari.
Seinni varð Valbjørn Dalsgarð nýttur sum sýnsmaður í øðrum húsum í somu bygging, og hann kom til júst somum niðurstøðu sum Eyðfinn Lenvig.
Eisini ein triði sýnsmaður hevur verið nýttur til at meta um húsini á løgmannabreyt. Tað var Sten Balle, sum sýndi áleið 30 hús. Og í øllum førum kom hann til somu niðurstøðu, at fuktur kundi staðfestast, og orsøkin var, at gólvkonstruktiónin var skeiv og tilfarið, sum nýtt varð til drenlag, var óegnað til endamálið.
Hetta er kjarnan í málinum, og vitnisavhoyringin av Høgna Mikkelsen avdúkaði, at hesin hevði roknað við, at Uni Patursson, sum hevði projektera arbeiðið, eisini hevði eftirlit við, at rætta tilfarið varð nýtt.
Ikki eftirlit
Harnæst varð Uni Patursson avhoyrdur. Hann greiddi frá, at tá hann tók upp aftur arbeiðið sum ráðgevandi verkfrøðingur aftur í 97/98 eftir kreppuna, var Høgni Mikkelsen ein av hansara fyrstu uppgávum.
Talan var um 2. byggistig á Løgmannabreyt. Hetta umfataði 12 samanbygd raðhús, og var meinlíkt 1. byggistigi. Uni Patursson projekteraði jørðarbeiði í fyrsta umfari, men skjótt varð hetta víðkað til eisini at umfata betongarbeiði.
Hann hevði fingið nakað av tilfari frá projekteringini til 1. byggistig, og hevði hetta at stiðja seg til, tá projektering og harundir nøgdarlisti skuldi gerast. Hann hevði sum undirlag valt 0-25 m/m frásoldað, og var hetta sama tilfar, sum nýtt var í 1. byggistigi.
Men hóast hann sostatt hevði projekterað arbeiðið, metti hann seg ikki at hava eftirlit í tann mun, at hann skuldi góðskukanna arbeiðið. Tað hevði givið ein heilt annan kostnað enn tað, sum hann hevði tikið.
Hann vísti á, at tá eftirlit varð nevnt í rokningunum, so var talan um eftirlit av øðrum tingum, so sum umbønir um akonto flytingar og annað. Hann vísti eisini undir vitnisavhoyringini á, at hann bert hevði verið við til byggifundirnar sum eitt slag av skrivara. Hann tók notatir, og síðani reinskrivaði hann hesar heima og sendi so frágreiðingarnar til viðkomandi persónar.
Hann segði seg eisini hava havt fyrivarni við tí tilfarið, sum varð nýtt til drenlag, eins og hann ikki hevði verið við til at bygt gólvkonstruktiónina upp á tann hátt, sum nýttur varð. Allar gólvkonstruktiónir hann hevði gjørt, hava isolatión undir betonginum, greiddi hann frá.
Men hóast hann hevði gjørt vart við hetta – tó kundi hann ikki vátta, at hann hevði sagt tað við Høgna Mikkelsen – so føldi hann seg undirkendan og gjørdi ikki meiri við málið.
Hans Haraldsen frá HMP consult var síðani stutt avhoyrdur, áðrenn sakførararnir fóru undir prosedururnar.
Bjørn á Heygum legði fyri, og hann legði stóran dent á, at gólvkonstruktiónin var skeiv, og at tilfarið, sum varð nýtt til drenlag, ikki var tað rætta. Hetta róði hann upp undir var ábyrgdin hjá Una Paturssyni at tryggja, at rætta tilfarið og rætta konstruktiónin var nýtt.
Hann endurgav fleri ymisk brot úr »Enterpriseret«, sum umrøddu skyldur og ábyrgdir hjá tekniskum ráðgevum. Hann gjørdi sostatt galdandi, at Uni Patursson og HMP consult fullu inn undir hesar skyldur og áttu tí at havt gjørt vart við feilirnar, sum gjørdir vóru. Og út frá hesum sama eiga teir at verða dømdir at rinda Høgna Mikkelsen endurgjald fyri tap, ið hevur staðist av byggingini við Løgmannabreyt.
Sigmund Poulsen, sakførari hjá Una Patursson, kravdi hinvegin frídøming. Hann vísti á, at eingin avtala var partanna millum um eftirlit, og Uni Patursson varð ongantíð biðin um at koma á byggistaðið at eftirkanna ella góðkenna nakað.
Hann segði, at talan var ikki um eitt upprunaprojekt, og at allir standardir longu framman undan vóru lagdir, og at Uni Patursson bara førdi víðari tað, sum longu var avgjørt framan undan.
Vanligt góðskueftirlit kostar 10-15% av kostnaðinum, og tað stendur púra greitt, at rokningarnar frá Una Paturssyni eru himmalvítt frá tí. Hann helt tí ikki, at nakað grundarlag er fyri at krevja endurgjald frá Una Paturssyni og kravdi tí frídøming.
Heldur ikki Poul Hansen, sakførari hjá HMP consult, helt nakað grundarlag vera fyri hesum endurgjaldskravi. Hann vísti á, at eitt eftirlit er berti til fyri at fylgja projektinum upp, men hevur onga heimild at broyta tað. Hann segði somuleiðis, at tá eitt slíkt materiali verður valt, er tað fyri at spara pening, og at tað bert er byggiharrin ið fær vinning av tí.
Hartil segði hann, at skuldi talan verið um eitt góðskueftirlit, hevði hetta kostað um eina millió krónur og ikki 100.000 krónur so sum rokningarnar fyri projektið høvdu ljóða upp á.
Dómarin segði, at hann fór at geva eitt »tilkendegivelse« um ein mánað. Tá fer hann at boða frá, hvør dómurin verður, og um allir partar góðtaka tað, er málið endaliga avgreitt.