Fótbóltur
Eftir at HB mikukvøldið vann síðsta dystin í 12. umfari og harvið legði seg í kjalarvørrin av oddaliðnum, EB/Streymi, so verður tað telving um triðja plássið, tá ið B36 longu leygarkvøldið – eftir kappróðurin á Eystanstevnu – fer at vitja við Løkin.
Bæði B36 og NSÍ hava 21 stig. HB, sum ikki skal til Fuglafirðar fyrrenn mikukvøldið, hevur 22 stig, og tí er møguleiki hjá vinnaranum í annaðkvøld at leggja seg á silvurplássið – í hvussu so er inntil mikukvøldið.
Eftir trivaliga 3-0 heimasigurin á Víkingi hevur tað verið soltið hjá B36, sum eftir vónbrotið í steypafinaluni hevur verið partur av javnleikum á Skála og á heimavølli ímóti ÍF.
B36 málverjin, Meinhard Joensen, er framvegis leikbannaður. Hans Jørgensen vardi málið mikukvøldið, tá ið B36 avrikið á heimavølli ímóti ÍF ikki var nakað serligt. Hans verður aftur í B36 málinum í annaðkvøld. Mikukvøldið var Herbert í Lon Jacobsen ikki við ímóti ÍF. Hann var plágaður av vøddaskaða. Í gjárkvøldið vandi Herbert við fullari ferð, og hann verður við í morgin.
Stóri spurningurin hjá Heðini Askham, venjara, er, hvussu hann skal skipa álopspartin, nú maðurin í fremstu ódinini, Karoly Potemkin, er sendur til hús. 21 ára gamli eingilski álopsspælarin Sam Malson er upplagdur møguleiki.
Í Runavík er fótbóltslagið batnað seinastu vikurnar. Verjuparturin var ikki serliga sannførandi fyrsta partin av kappingini. Tølini siga, at nú er tann parturin komin upp á pláss. Eftir 1-1 í Klaksvík hevur NSÍ vunnið fulla úrtøku tríggjar tær seinastu ferðirnar. Og einki mál er farið ígjøgnum hjá Tórði Thomsen. NSÍ hevur vunnið 3-0 í Fuglafirði, 2-0 á heimavølli ímóti B68 og 2-0 á Sandi.
Tveir verjuspælarar hava orsaka av sjúku verið burturi frá venjing í vikuni. Men tað verður roknað við, at bæði Óli Hansen og Einar Hansen vera tøkir til stevnudystin í annaðkvøld.
-Í fjør vóru vit meistarar, og tí verður roknað við nógvum samstundis sum mótstøðuliðini vilja vinna á meistaraliðnum. Hesar seinastu vikurnar hevur tað hilnast væl. Hvussu langt tað fer at røkka, fer tíðin at vísa, men vit taka eina avbjóðing í senn, siga tey í Runavík, har tað verður vónað, at uppgerðin ímóti B36 skal vera við til at lyfta stevnulagið.