Steypafinala í Leirvík

Unglingaliðini hjá KÍ og NSÍ spæla í kvøld steypafinalu í Leirvík. Fyrsta bríkslið hjá Bárði Mortensen var klokkan 19 í sera góðum líkindum.

Fyrsta korterið hevur tað verið ógvuliga tætt og javnt. Tættast við at fáa mál hevur KÍ verið. Skotroyn hjá Eli Simonsen endaði við, at bólturin rakti í stólpan.

Áskoðarar bæði úr Runavík og Klaksvík eru at síggja kring vøllin í Leirvík.