Steypafinalistarnir finnast

Um vikuskiftið er Mjølnirkappingin hjá eldru deildunum í Klaksvík. Millum annað skal finnast fram til, hvørji skulu bjóða SÍ og Mjølnir av í steypafinalunum hjá ávikavist kvinnum og monnum

Nógvur flogbóltur verður á skránni ymsastaðni, nú Mjølnir skipar fyri síni árligu kapping. Hesa ferð verða brúktar Badmintonhøllin, KÍ-høllin og Fimleikarhøllin í Klaksvík, umframt høllin á Fossánesi, tá bæði kvinnur og menn fara at dystast í Eik-liguni, 1. og 2. deild.
Í flestu deildunum eru so mong lið meldað til, at innleiðandi verður spælt í tveimum bólkum, men tó eru tríggir bólkar í 2. deild hjá kvinnum og bara tann eini í Eik-liguni hjá monnum.
Serliga verður spennandi at síggja, hvørjir vinnararnir verða í Eik-liguni hjá kvinnum og monnum, tí har stendur eitt steypafinalupláss upp á spæl. Frammanundan hava kvinnurnar hjá SÍ og menninir hjá Mjølnir longu tryggjað sær annað finaluplássið, tí tey bæði liðini høvdu vunnið sær atgongd við at vera á odda, tá ávikavist fyrsti triðingur og fyrra hálva av landskappingini var av. Hesi bæði liðini eru tí heldur ikki við í kappingini um vikuskiftið.
Tey bæði liðini, sum vunnu FK-kappingina í Havn tíðliga í heyst, hava longu vunnið sær ein 50 prosents kjans at koma í finalurnar. Tá vann Fleyr kappingina hjá kvinnum og SÍ kappingina hjá monnum, og eydnast teimum at vinna aftur hesa ferð, so er finalusessurin tryggjaður.
Verður hinvegin talan um annan vinnara, so skulu spælast hálvfinalurnar millum tey bæði liðini. Enn er ikki ásett, nær og hvar møguligar hálvfinalur skulu spælast, men tað er nakað, sum Flogbóltssambandið tekur avgerð um, um tað verður neyðugt. Men reglurnar siga, at tað skal vera sum skjótast eftir Mjølnir-kappingina.

Sperðil í bólkunum
Reglur áseta annars eisini, hvussu liðini í Eik-liguni skulu bólkast í Mjølnir-kappingini, og har var sperðil komin í kappingina hjá kvinnum av fyrstan tíð, tí bólkarnir ikki vóru rætt settir saman. Tá vóru TB, ÍF og Dráttur komin í annan bólkin, meðan Mjølnir, B68, KÍF og Fleyr vóru í hinum.
Men hetta er blivið rættað, áðrenn endaliga skráin er løgd, so nú síggja teir báðir bólkarnir soleiðis út, at Mjølnir, Dráttur og ÍF eru í øðrum bólkinum, meðan TB, Fleyr, KÍF og B68 eru í hinum bólkinum.
Reglurnar siga, at bólkarnir skulu setast út frá støðuni í landskappingini, tá fyrsti triðingurin var spældur. Og hjá kvinnunum er annar bólkurin tí settur saman av nummar tvey, fimm og seks, meðan hin bólkurin er settur saman av nummar trý, fýra, sjey og átta, sum í hesum førinum er B68, ið annars spælir í næstbestu deildini.
Hóast hvørki SÍ-kvinnurnar ella Mjølnir-menninir eru við, eru tey bæði oddaliðini í næstbestu deildini, B68 hjá kvinnum og TB hjá monnum, komin við, so talið á liðum er fult, umframt at spennandi verður at síggja, hvussu hesi bæði møguligu komandi Eik-liguliðini standa seg ímóti teimum, sum longu eru í deildini.
Annars er galdandi fyri 1. og 2. deild hjá bæði kvinnum og monnum, at tær kappingarnar verða spældar lidnar í morgin. Hinvegin bíða finalurnar í Eik-liguni hjá kvinnum og monnum til sunnudagin, og verða tær spældar í Badmintonhøllini ávikavist klokkan 15 og 17.