Steypakapping 2009 og Talvgalla við Gjógv

Stórt Talvgalla verður við Gjógv í morgin. Eftir heilt einastandandi væleydnaðu steypakappingarnar 2007 og 2008, skipar Talvsamband Føroya ? aftur í 2009 ? fyri Steypakapping í talvi fyri lið, leygardagin, tann 30. mai 2009, kl. 11.00 í Gjáargarði, við Gjógv.

Umframt sjálva kappingina, er endamálið, at draga samanum farna kappingarárið 2008/09 - og við Gallveitsluni - ikki minst, at øll, sum vara av telvingini, fáa eina hugnaliga løtu saman. Og tað er at frøðast um, at alt fleiri telvarar taka makarnar við til endabrestin. Tá samanum kemur, eru vit jú øll í somu skútu, skrivar heimasíðan hjá Talvsambandinum.

Skráin:

kl. 11.00 - Steypakapping

kl. 14.00 (uml.) - steðgur og ábit

kl. 14.00 (uml.) - atkvøtt verður um Ársins Telvara, Ársins Stjørnuskot og vakrasta talv frá FM 2009

kl. 16.00 (uml.) - fundur við feløgini. Evaluering av kappingarárinum 2008/09. Átøk til komandi kappingarár.

kl. 19.00 (uml.) - Talv Gallaveitsla. M.a. gott: Kjósing: Ársins telvari, Ársins Stjørnuskot og vakrasta talv frá FM 2009