Tá ið Ívar og hinir í útvarpinum fara at tosa um eitt hátrýst yvir Suðurgrønlandi er skjótt til kava á okkara leiðum. Soleiðis plaga teir, sum í teirra dagliga yrki eru ella hava verið so knýttir at teimum treytum, ið veðrið setur, at taka til, og at teir vita, hvat teir tosa um, fingu vit aftur prógv fyri nú á páskum.
Kuldin og kavin steðgaðu millum øðrum so at siga øllum fótbóltsvirkseminum, og hjá Fótbóltssambandinum og fótbóltsfeløgunum kom hetta sjálvsagt stak illa við.
Jens Erik Magnussen er kappingarstjóri hjá Fótbóltssambandinum. Hann hevur eina ætlan fyri, hvussu tað, sum hevur hópað seg upp, skal avgreiðast, men tað er sjálvandi treytað av, at tað verður spælandi kring landið.
? Vit hava gjørt eina nýggja kappingarskrá fyri bólkaumfarið í kappingini um løgmanssteypið og í steypakappingini hjá kvinnum. Vit hava fund seinnapartin í dag, og tá fara vit at taka støðu til, hvussu allir teir dystirnir, sum hava hópað seg upp í yngru deildunum, skulu fáast frá hondini, segði Jens Erik Magnussen fyrrapartin ígjár.
Ov nógv at útseta
Formaðurin í kappingarnevndini hevur í páskafrítíðini staðið í sambandi við ábyrgdarpersónar í feløgunum kring alt landið. Í fyrsta atløgu varð ein og ein dystur útsettur, men so náddu teir til tað, at alt skuldi leggjast av nýggjum:
? Feløgini eru sjálvsagt hugaði at koma í gongd, og tað varð tosað um at finna nýggjar dagar fyri einstøku dystirnar. Men royndirnar siga okkum, at tá avtalur verða gjørdar, uttan at teir sum eru partar av avtaluni hava møguleika fyri at hava heildarmyndina fyri eyga, so er ikki møguleiki at koma til loysnir, sum tað er fullgóð nytta í, og tí avgjørdu vit leygardagin, at bæði kappingin um løgmanssteypið og steypakappingin hjá kvinnum skuldu leggjast av nýggjum.
Í vikuskiftinum
og mitt í viku
Tey fýra feløgini í Suðuroy eru øll við í bólkaumfarinum, og at tey eru flokkaði tvey og tvey í bólkunum tvey og trý ger, at tað er lagaligari at leggja kappingina til rættis av nýggjum, enn tað hevði verið, um bara eitt lið úr Suðuroy var í hvørjum bólkinum:
? Tað er altíð keðiligt, tá lið hava ferðast, og tað so er neyðugt at avlýsa, og tað er sjálvsagt serliga óheppið, tá ferðateinurin hevur verið langur. Skírisdag høvdu vit vónað, at tað fór at bera til at avgreiða dystirnar hjá Royn og VB móti ávikavíst B68 og GÍ, og suðuroyingarnir komu eisini norður. Á Toftum gjørdu teir eitt stórt arbeiði fyri at rudda vøllin, og vit ætlaðu, at báðir dystirnir skuldu avgreiðast har, men tá teir so at siga vóru lidnir, brendi hann á aftur, og so noyddust suðuroyingarnir allan vegin suður aftur, uttan at hava spælt, tíverri.
Sambært nýggju ætlanini skulu B68 og GÍ í bólki trý til Suðuroyar at spæla tveir dystir í part komandi vikuskifti.
Í bólki tvey eru eisini tvey feløg úr Suðuroy og tvey norðanfjørðs, og har er lagt upp til, at Sumba og TB koma norðurum komandi vikuskifti og spæla tveir dystir í part.
Innanhýsis dystirnar millum feløgini í Suðuroy og millum tey norðanfjørðs eru ásettir til at verða avgreiddir mitt í viku.
Í bólki eitt eru bara feløg norðanfjørðs, og har verður nógv virksemi mitt í viku. Í kvøld verða tveir dystir, komandi mikukvøld verða tveir dystir, og um fjúrtan dagar verða aftur tveir dystir.
Óvissan
Farið verður til verka eftir nýggju skipanini í kvøld, og stóri spurningurin er so, hvussu tað verður við veðrinum:
? Tí eru vit ikki harrar yvir, og um tað framvegis verður vindur og kavarok, so verður trupulleikin sjálvandi nógv størri, enn tann, sum vit nú halda okkum hava loyst. Men um tað ikki fer at kava stórvegis, so rokna vit við, at tað fer at bera til at avgreiða kappingina, sjálvt um tað tekur sína tíð, áðrenn kavin hvørvur av sær sjálvum. Vit vóna, at feløgini royna at rudda vøllirnar, soleiðis at tað fer at bera til at venja aftur og at avgreiða steypakappingarnar, sigur kappingarstjórin Jens Erik Magnussen.
Einki er at ivast í, at feløgini í hesi vikuni fara at rudda vøllirnar, men at tað ikki verður gjørt eftir einari lítlari løtu sást í Gundadali 2. páskadag. Har fóru teir at rudda tíðliga fyrrapartin, og teir vóru ikki lidnir fyrrenn klokkan fimm seinnapartin.