Dagsins næsta steypafinala endaði fyri løtu síðani. U14-gentuliðini hjá EB/Streymi og B36 vóru liðini, ið hittust, og tað vóru sundalagskvinnurnar, ið struku avstað við sigrinum. Dysturin endaði 1-0 til EB/Streym.
Einsamalla málið í dystinum skoraði Lea S. Lisberg hjá EB/Streymi. Úr eini 15 metra fjarstøðu meddaði hon bóltin í handara málhorn. Málið varð skorað eftir 11 minuttir, og gjørdist hetta einasta og vinnandi málið í dystinum.
Síðstu løtuna royndi B36 at trýsta, men heilt vandamikið gjørdist tað ongantíð. Sigurin hjá EB/Streymi tyktist ongantíð veruliga at koma í vanda.
Fitt av fólki var komið at hyggja eftir steypafinaluni. Serliga gjørdu fjeppararnir hjá EB/Streymi nógv burturúr, og hoyrdust tey sera væl á Tórsvølli.
Matchvinnarin í dystinum, Lea S. Lisberg, bleiv eisini vald til dagsins leikara. EB/Streymur er vinnari av Eilif Arge steypinum 2016.
Hesar mannaðu liðini:
EB/Streymur: Ró T. Andreasen, Bjørk D. Olsen, Sára Jacobsen, Sára J. Magnussen, Lea S. Lisberg, Katrina S. Hansen, Eydna á Bø, Mirjam Samuelsen og Krista N. Hellisfoss.
Á bonkinum: Talita J. Hansen, Angela Djurhuus, Sandra Hammer og Miriam Ejdesgaard.
Venjarar: Vinjard Dam og Egil á Bø
B36: Valborg Østerø, Elsa Egholm, Bára M. Isaksen, Helena Hansen, Lív Rúnadóttir, Katrina Sjóvará, Jana Mittún, Rebekka I. Rein og Bára S. Magnussen.
Á bonkinum: Astrið Breckmann, Jórunn Justinussen, Natasja Hammer og Birita P. Rasmussen.
Venjarar: Ingi Jacobsen og Anja Rein.