Steypavinnararnir skulu út á Argir

Meðan Víkingur og EB/Streymur stríddust í landskappingardysti í Gøtu, var lutakast um, hvussu liðini skulu møtast í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Lutakastið var í 3-2 sendingini, og tað er nú greitt, at Víkingur og EB/Streymur ikki skulu hittast í hálvfinaluni. Steypavinnararnir í EB/Streymu skulu spæla hálvfinalu ímóti AB, og Víkingur skal takast við grannarnar í Fuglafirði um pláss í finaluni,sum verður ólavsøkudag. Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 13. mai, og verða returuppgerðirnar spældar tann 28. mai.