Stieg Larsson-sjónleikari deyður

Leygardagin doyði Gøsta Johan Harwey Bredefeldt, ið millum annað er kendur frá >>Menn, ið hata kvinnur<<.

 

Gøsta Johan Harwey Bredefeldt, ið spældi leiklutin sum ríkmannin, Harald Vanger, í >>Menn, ið hata kvinnur,<< doyði leygardagin av einari heilabløðing.

 

Hann gjørdist 74 ára gamal og kendur fyri leiklutir í fleiri sjónvarpsrøðum og filmum, umframt leiklutin í >>Menn, ið hata kvinnur.<<

 

Hann varð føddur í 1935 og sæst millum annað eisini í filmatiseringini av krimirøðini, >>Bech ? maðurin á balkongini <<.