StÍF á odda hjá kvinnunum

Hondbóltur: Kvinnurnar hjá StÍF vunnu toppdystin móti Neistanum og eru nú fremst í 1. deild

Nýggja oddaliðið í 1. deild hjá kvinnum eitur StÍF. Leygardagin vunnu strandakvinnur nevniliga oddadystin móti Neistanum 19-15.

Sigurin hjá StÍF var uppiborin, og spenningurin, sum alla tíðina hevur verið í kvinnudeildini, er framvegis til staðar, tí Kyndil vann sín dyst, og sostatt eru trý lið, sum kappast um FM-heitið.

Hjá StÍF gjørdu Paula B. Jacobsen og Signhild Petersen seks mál hvør, meðan Mildrið Jacobsen og Kára á Dunga gjørdu fýra mál í part fyri Neistan.

Neistin var einu løtuna framman fyri 3-2, men annars var tað StÍF, sum hevði tamarhald á. Neistin gjørdi eitt upplop í seinna hálvleiki og minkaði munin frá 10-5 niður í 12-11, men strandakvinnur hildu fast og vunnu.