Stig Møller er deyður

Hann var m.a. við til at stovnseta rockbólkin Steppeulvene.

Danski tónleikarin Stig Møller er deyður.

 

Kendur er hann m.a. fyri at vera millum stovnandi limirnar í Steppeulvene í 1966, har t.d. Erik Skaløe var við.

 

Stig Møller er eisini kendur fyri sangin Sikke’n deilig dag, ið er fólkaogn í Danmark, og eisini er sangurin nógv spældur í Føroyum.

 

Stig Møller hevur spælt í sera mongum samansetingum, og hevur t.d. spælt nógv saman við Kim Larsen á yngri árum. 

 

Hann var virkin til tað síðsta.

 

Stig Møller gjørdist 80 ár.