Umsóknarfreistin til embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi var úti á middegi í dag.
Tríggir umsøkjarar vóru til embætið, ið ætlandi verður sett 1. august.
Kirkjuráðini, ið umvegis biskupin innstilla, fara at taka støðu til umsóknirnar í mai.
Tað er landsstýrismaðurin í kirkjumálum, ið útnevnir sóknarprestin til kallið, skrivar folkakirkjan.fo.










