Elon Musk tapti rættarmál móti fyritøkuni handan ChatGPT

Musk stevndi OpenAI og stjóranum í felagnum. Hann helt, at stjórin sveik hann.

OpenAI - við Sam Altman á odda, til vinstru - hevur pástaðið, at Elon Musk, til høgru, fór sjálvboðin úr fyritøkuni eftir eina miseydnaða roynd at taka ræðið. (Savnsmynd). - Mynd: John Macdougall, Saul Loeb/Ritzau Scanpix

Miljarderurin Elon Musk tapti í dag eitt borgarligt rættarmál millum seg og fyritøkuna OpenAI, sum stendur aftanfyri chatbottin ChatGPT.

Tað skrivar Reuters.

Rættarmálið stavar frá eini stevning, sum Musk setti fram móti OpenAI og stjóranum í felagnum, Sam Altman.

Í dag kom ein samd dómsnevnd í einum rætti í amerikanska statinum Kalifornia til ta niðurstøðu, at Musk legði rættarmálið fram ov seint.

OpenAI byrjaði sum ein non-profit fyritøka. Stovnarin av Tesla og SpaceX stuðlaði við eini gávu uppá 38 milliónir dollarar til at byggja OpenAI, sum í dag hevur eina virðisøking uppá fleiri hundrað milliardir dollarar.

Men Musk heldur, at Sam Altman og medstovnarin Greg Brockman sviku hann, tá felagið fór at ganga meira handilsligan veg.

OpenAI hevur harafturímóti ført fram, at Musk sjálvboðin fór úr fyritøkuni eftir eina miseydnaða roynd at taka ræðið.

Felagið broytti bygnaðin í 2019, har millum annað Microsoft gjørdi íløgur í felagið.

Her stovnaði felagið eitt vinningsgrundað dótturfelag, sum sambært advokatinum hjá OpenAI var neyðugt fyri, at tað kundi fáa teldukraft og gjalda toppgranskarum fyri at vera kappingarført við AI-átakið hjá Google.

Í dag er OpenAI ein vinnulig fyritøka, sum ein almennur grunnur partvíst eigur.

Málið byrjaði 28. apríl. Sambært Reuters hevur tað verið sæð sum ein týðandi løta fyri framtíðina hjá OpenAI - og framtíðina hjá vitlíki yvirhøvur - bæði í mun til hvussu tað verður brúkt og hvør fær gagn av tí.

Í málinum skuldi dómsnevndin fyrst gera av, um Musk, sum stevndi í 2024, hevði gjørt tað innan lógarásettu freistina.

Dómarin hevði undan viðgerðunum dømt, at avgerðin hjá dómsnevndini fór at vera vegleiðandi - men segði eisini, at hon helst fór at fylgja tilmælinum hjá henni, sum hon endaði við at gera.

Um málið hevði farið víðari, hevði dómsnevndin - og í síðsta enda dómarin - avgjørt, um medstovnararnir av OpenAI høvdu misnýttu gávurnar hjá Musk og brotið lyfti, sum vóru givin honum um at ganga handilsliga leið og ríka seg. Tað skrivar AFP.

Eftir dómin segði advokaturin hjá Musk, at hann tilskilaði sær rættin at kæra.

Sjálvur hevur Elon Musk ikki enn gjørt viðmerkingar til avgerðina.

Hann kravdi 150 milliardir dollarar í skaðabót, sum svarar til umleið 962 milliardir danskar krónur, og at Altman og Brockman vórðu koyrdir úr stjórastørvunum.

Musk fór úr nevndini í februar 2018. Hann hevur síðani stovnað sína egnu AI fyritøku, xAI.

 

/Ritzau/

 

OpenAI - við Sam Altman á odda, til vinstru - hevur pástaðið, at Elon Musk, til høgru, fór sjálvboðin úr fyritøkuni eftir eina miseydnaða roynd at taka ræðið. (Savnsmynd). - Mynd: John Macdougall, Saul Loeb/Ritzau Scanpix