Uttan fiskivinnu var Klaksvík ikki tað hon er í dag

- Umframt, at eg fari at bjóða vælkomin á Atlantic Fair, fari eg eisini at siga nøkur orð við høvið, sigur borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu

Karl Johansen heldur, at Atlantic Fair er ein kærkomin og spennandi pallur hjá føroyskum vinnulívi

- Sjálvandi er Klaksvík meira enn bara fiskur, tí her eru eisini aðrar vinnugreinar, sum eitt nú handverksvinna, ið eisini hevur velduga stóran týdning, men uttan fiskivinnuna var Klaksvík ikki tað, hon er í dag.

 

Tað ásannar borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, sum fer at bjóða vælkomin á Atantic Fair í Klaksvík, sum letur upp í morgin, týsdagin.

 

- Umframt, at eg fari at bjóða vælkomin, fari eg eisini at siga nøkur orð við høvið, sigur borgarstjórin.

 

Tað verður løgmaður, Beinir Johannesen, sum fer at seta Atlantic Fair, og tá sjóvinnuframsýningin er sett, fer Karl Johansen sum borgarstjóriat vísa løgmanni runt í báðum hallunum í Klaksvík, sum enn einaferð eru karmur um stóra altjóða tiltakið. 

 

Borgarstjórin heldur, at Atlantic Fair er ein kærkomin og spennandi pallur hjá vinnulívinum, bæði í Klaksvík og í Føroyum annars, at vísa seg og tær vørur og tænastur, sum fyritøkurnar hava at bjóða, eins og hetta er ein spennandi pallur til íblástur og framhaldandi menning.

 

- Her hittast útbjóðarar og keyparar við vørum og tænastum, og eg ivist onga løtu í, at hetta kann menna og styrkja bæði tey, sum vilja selja og tey, sum vilja keypa, eins og sambandið millum fyritøkur og persónar verður styrkt, sigur Karl Johansen. 

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum kom fríggjadagin og sum fæst til keyps í blaðsølunum, er ein størri samrøða við borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, sum umframt at vera útbúgvin løgreglumaður eisini er skiparalærdur.

 

 

 

Karl Johansen heldur, at Atlantic Fair er ein kærkomin og spennandi pallur hjá føroyskum vinnulívi