Stigaposin framvegis fullur

Hondbóltur. Stjørnan hevur nú fingið roynt seg móti øllum liðunum í 1. deild, men higartil hevur eingin teirra megnað at skala klaksvíksgenturnar, sum framhaldandi halda kósina

VB ? Stjørnan

25-35 (9-18)


Stórur spenningur var undan dystinum suðuri í Vági hetta vikuskifti. VB hevur higartil staðið seg sera væl á heimavølli, har tær m.a hava fingið javnleik móti verandi føroyameistarunum úr Kyndli.

Spenningurin helst sær eisini nakað inn í dystin sunnudagin, tí fyrstu 20 minuttirnar av dystinum var lítil og eingin munur á liðunum báðum.


Stjørnur glitraðu

Hesa fyrstu løtuna var tað nevnliga meira enn tann eina stjørnan, sum glitraði á vøllinum. VB hevur nevnliga sína egnu stjørnu í Regina Rado, og hon megnaði nærum einsamøll at fylgja við málskjótingini hjá gestunum. Av fyrstu 7 málunum hjá vágsgentunum skeyt Regina tey 5. Hetta sigur sjálvandi nakað um, hvussu vandamikil hon er, men í við, at so vógv av spælinum hjá VB er bygt runt um Reginu, eru vágsgenturnar eisini sera viðbreknar, tær løtur har tað ikki gongur so væl hjá henni.

Einsamalli málslúkurin hjá VB megnaði tó ikki at fylgja við Stjørnuni allan hálvleikin, tí seinastu 10 minuttirnar gjørdu klaksvíksgenturnar eitt rættuligt hál. Tær fingu ikki færri enn 9 mál á rað, og eisini hjá teimum var talan fyri ein stóran part um útlendsk mál. Leikandi venjarin, Vesna Tomajek, tykist nú at vera komin rættuliga fyri seg, og harumframt er Andryana úti á veinginum eisini ein frágera góður leikari. Fyrstu 30 minuttirnar fekk Stjørnan 18 mál, og ikki færri enn 13 av hesum stóð onnur av jugoslavunum fyri.

Eitt, sum eisini tóktist vera avgerandi seinastu løtuna av fyrra hálvleiki var, at klaksvíksgenturnar tykjast at orka sera væl. Ivaleyst hongur hetta eisini nógv saman við, at tær byrjaðu rættuliga tíðliga at venja, orsakað av europa-cup dystinum. Í hvussu so er megnaðu tær allan fyrra hálvleik at spæla rættuliga skjótan og ágangandi hondbólt, soleiðis at vágsgenturnar ongantíð fingu tíð at koma rættuliga fyri seg.


Ikki bert útlendskt

Eftir at Stjørnan móti endanum av seinna hálveliki hevði skapt sær trygga leiðslu, helt munurin sær allan seinna hálvleik. Vágsgenturnar høvdu helst mist alla vón um at fanga tær úr Klaksvík, meðan stjørnuleikararnir helst vóru nøgdar við støðuna, sum hon var.

Fleiri av eykaleikarunum fingu nú eisini høvi at royna seg, og fingu bæði liðini víst, at breiddin á liðunum er rættuliga góð. Tað slepst tó ikki undan at nevna, at Stjørnan í ár tykist at hava ein óhugnaliga sterkan hóp, soleiðis at liðið væl kann bera, at onkur av lyklaleikarunum ikki fær verið við onkran dyst.

Higartil í ár hevur t.d. Sólvá Eystberg sitið uttanfyri við skaða alt kappingarárið, men hóast hetta óivað hevði verið ein smeitur fyri eitthvørt annað lið, so hevur Stjørnan framvegis fult stigatal. Liðið hevur eina ræðandi skotstyrki og hevur harumframt veingir, sum fara flúgvandi fram eftir vøllinum, tá farið verður í skjótálop.

Hinvegin tykist breiddin á VB liðnum eisini at vera rættuliga góð, og hóast tær sunnudagin vóru so dyggiliga við undirlutan, so er lítið at ivast í, at tær vilja vera við, tá heiðursmerkini verða bðtt. Regina er sjálvsagt í einum flokki fyri seg sjálva, men umframt hana, hevur liðið eisini fleiri aðrar leikarar, sum kunnu vera við til at avgera ein dyst.

Í hvussu er kann staðfestast, at vágsgenturnar hava nógv at byggja framtíðina á, við tað at fleiri av leikarunum eru somikið ungar. Royndirnar mugu tær bara fáa so við og við, og lítið er at ivast í, at so hvørt sum hesar fara at gerast fleiri, verða vágsgenturnar alt meira vandamiklar.

Sunnudagin fingu tær so ein heldur keðiliga part av hesum royndum, men at tapa ruddiliga móti besta liðnum í landinum er als eingin skomm, so VB er bert eitt at gera, og tað er at reisa seg aftur næstu ferð tær skulu á vøllin.


Dysturin í tølum:

VB: Regina Rádo 10 (3), Gurið Mortensen 5, Arnleyð Krosslá 3, Eyðbritt Krosslá 2, Christina Holm 2, Rannvá Augustinussen 1, Leila Jespersen 1, Sólrun Krosslá 1

Stjørnan: Vesna Tomajek 12 (6), Andryana Milodanovic 7, Annika Ljósstein 5 (1), Simona Hansen 4, Anna K. Samson 4, Una Olsen 2, Beinta Klakkstein 1

Brotskøst: VB 6, Stjørnan 7

Útvísingar: VB 2, Stjørnan 6

Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristian Johansen