Stigini fóru norðaneftir

2. deild: Hóast tað var Royn, sum hevði bóltin meira, so fingu EB/Streymur flestu málini, og so fóru stigini av oynni

Royn-EB/Streymur 1-2

(1-1)


Mangan hava hvalbingar verið at sæð frammalaga í næstbestu deildini, og onkuntíð hevur tað eisini verið um reppið, at teir hava vunnið sær sess í bestu deildini.

Tað eru tó nøkur ár síðani, at so var, og seinnu árini hevur liðið verið nakað niðarligari í deildini. Mett út frá fyrsta dystinum, sum varð leiktur sunnudagin, verður tað heldur ikki í ár, at hvalbingar skulu reisa seg aftur.


Royn favorittar

EB/Streymur var beinanvegin, sum samanleggingin var veruleiki, at finna í bestu deildini. Steðgurin tá gjørdist tó nakað stuttur, og síðani hevur liðið verið at funnið í næstbestu deildini.

Onkuntíð hevur eisini verið um reppið, at felagsliðið noyddist niður í aðru deild, og serliga hevur tað tá verið byrjanin av kappingarárinum, at teir hava havt tað tungt.

Tí var kanska væntandi, at Royn skuldi verða drúgvara liðið hesu ferð, men tá 90 minuttir vóru leiktir, vóru tað tó sundalagsmenn, sum lógu omaná.


Spæl men ikki mál

Ikki tí, tað vóru kanska hvalbingar, sum høvdu bóltin meira, men tá kom til málmøguleikar, gekk tað rímuliga javnt á.

Útiliðið legði seg á odda á hálva tímanum. Andrias fekk ein bólt inni í brotsteiginum, og hann langaði bóltin í netið.

Stutta løtu seinni javnaði heimaliðið, tá Gisli Sveinbjørnsson varð spældur leysur.

Støðan helt sær so nakað inn í seinna hálvleik. Tá fekk Eyðfinn Joensen ein bólt stungnan fram ímillum, og einsamallur við málverjanum setti hann bóltin í netið.

Hvalbingar royndu at trýsta eftir hetta, og tað eydnaðist teimum eisini at fáa mál. Málið, sum Gisli skeyt, varð tó kolldømt fyri rangstøðu, og so gekk tað sum tað gekk.

Serliga hjá útiliðnum var talan um nógv ungt fólk, so kanska boðar hetta frá eini framtíð, har felagsliðið aftur verður at síggja í fremstu røð. Áðrenn hetta mugu teir tó vinna sær nakrar royndir, og tað er ikki víst, at allar fara at ganga eins væl og tann í Hvalba.


Royn-EB/Streymur 1-2

(1-1)

0-1 Andrias Dahl

1-1 Gisli Sveinbjørnsson

1-2 Eyðfinn Joensen


Dómari: Eiler Rasmussen