- Stigini mest umráðandi

Eftir ein skaðasteðg upp á ein lítlan mánað var Áki G. Olsen sunnudagin aftur á liðnum hjá VÍF.

Tað var ein ikki sørt pøstur Áki G. Olsen, ið vit fingu orðið á beint eftir dystin móti Neistanum í Vestmanna sunnudagin. Áki ásannaði, at avrikið hjá VÍF ikki hevði verið tað besta, men hinvegin so høvdu teir fingið bæði stigini, og tað var tað mest umráðandi hjá teimum.

Langt frá meistaraspælinum
Áki ásannaði eisini eftir dystin, at hóast gullið er nær, so var tað langt frá nakað meistaraspæl, ið VÍF sýndi í dystinum sunnudagin.
- Eg veit ikki, hví vit spældu so illa. Gott nokk hava vit mist nakrar spælarar, men í dag gjørdist tað alt ov rótut, segði Áki G. Olsen. Hann legði tó afturat, at sterkasta vápnið hjá VÍF í løtuni er viljin, og tá blívur tað ofta eitt sindur rótut, men tað bilar ikki so nógv, tá ið kappingin er komin so mikið langt, tí tá skal tað bara vinnast, segði hann.
Áki helt, at dysturin móti Neistanum sunnudagin prógvaði enn einaferð, at í ár kunnu øll vinna á øllum í manskappingini.
Leygardagin kann VÍF tryggja sær meistaraheitið, og tað ætla teir eisini, sigur Áki G. Olsen.
- Vit ætla okkum at gerast meistarar sunnudagin móti KÍF. Gongur tað ikki, so bíðar Kyndil í næsta umfarinum, og tað eru vit eisini klárir til, sigur Áki G. Olsen at enda.