Páskavikan, ið eisini verður rópt stilla vika, hevur livað upp til sítt navn fyri løgreglunnar viðkomandi. Roknast kundi við nógvum arbeiði hesar dagarnar, nú nógvir frídagar hava verið, og dansistøðini hava verið opin.
Vakthavandi á løgreglustøðini boðar frá nakað av fullum fólki í býnum. Ein taska varð stolin frá eini kvinnu á dansistaðnum Rex hósmorgunin, og vísti tað seg, at tað var ein útlendingur, búsitandi í Føroyum, ið hevði stolið taskuna. Hann verður skuldsettur fyri stuldur.
Ein bilførari varð tikin fyri at koyra ov skjótt. Hann koyrdi ikki minni enn 120 km/t tá hann varð tikin av løgregluni, og fær hann treytaða frádøming av koyrikortinum fyri hetta. Ein treytað frádøming er nakað strangari enn eitt klipp í kortið, men verður ikki revsað við tveimum klippum í kortið. Fremur hann líknandi brot á ferðslulógini komandi árið, missir hann koyrikortið.
Harðskapur og rúsdrekkakoyring
Í rapportini fyri páskadagarnar eru tað serliga rúsdrekkakoyring, full fólk og harðskapur, ið taka pláss. Bardagar uttan fyri barrstøð, full fólk, ið eru komin inn á støðina at sova, og eitt harðskapsmál var uttan fyri skonkistaðið í Miðvági.
Eitt merkisvert ferðsluóhapp fór fram á Marknagilsvegnum í Havn. Løgreglan varð fráboðað, tí ein bilur var farin runt á vegnum, og lá á liðuni á gongubreytini. Tað vísti seg at førarin, sum var einsamallur í bilinum, var ávirkaður av rúsdrekka. Kanningar vístu, at maðurin ikki hevði fingið nakran skaða av bilóhappinum.
Umframt vanligu málini, ið sum oftast fara fram av fyllskapi, vóru tveir hetlendskir trolarar tiknir fyri ólógligan fiskiskap páskakvøld. Trolararnir høvdu fiskað á stongdari leið. Revsingin fyri at fiska á stongdari leið, varð sett til 100.000 krónur. Harumframt mistu trolararnir bæði hýru og reiðskap.