Sálarheilsa er mær serliga nær.
Eg veit, hvussu tað kennist. Eg havi sjálvur verið har, og eg veit, hvussu nógv tað merkir at fáa hjálp, tá man hevur brúk fyri henni. Tað broytti mítt lív. Tí vil eg arbeiða fyri, at eingin ungur skal kenna seg einsamallan, og at hjálpin altíð er nær.
Alt ov nógv ung stríðast í stillum. Eg kann ikki broyta stríðið, men eg vil broyta fatanina av, at støðan er í einsemi. Samhaldsfestið skal umfata sinnið.
Eg eri ungur, men eg havi eisini dirvi.
Eg havi nýggjar hugsanir og eina sterka trúgv upp á Føroyar.
Eg stilli upp, tí eg vil arbeiða fyri, at fleiri ung síggja eina framtíð her.
Eg kenni stilla stríðið – og tí tigi eg ikki um tøgnina.
Um tú ynskir eina unga rødd, eina rødd við eldhuga og vón, so vóni eg, at tú vilt geva mær tína atkvøðu.
Vel Áka Stenberg
Vel Sambandsflokkin











