Stillassir úr aluminium

Nú fáast vælumtóktu stillassirnar frá Jumbo til keyps í Føroyum. Stillassirnar eru úr aluminium, og eru tær tí sera lættar at arbeiða við. Tað tekur bert fáar minuttir at seta upp til ein heilan húsavegg.

ARBEIÐSAMBOÐ
Tíðindaskriv

Tað er p/f Svend krosstein í Havn, sum hevur fingið umboð upp á Jumbovørurnar í Føroyum. Vøruúrvalið umfatar øll sløg av stillassum, bæði til breiðar og smalar, til innan- og uttandura, stillassir at folda saman, el-spøl at montera á stillassirnar, slagfastar amboðskassar, rættiskinnarar, bukkar í ymsum støddum, trygdarhegn su skjótt kann setast upp á betongklossar, plátulyftarar, gelendarar, aluminumsstigar í øllum støddum og el-drivnar lyftir sum røkkar 16-32 metrar. Lyftirnar hava hjól og eru lættar at slepa, um tú hevur sleipikrók á bilinum.

Leveringstíðin er stutt, og prísirnir eru sera sámuligir.

Sí annars lýsing í blaðnum í dag.