Tað verður hon saman við hálva føroyinginum Bergi Løkke Rasmussen
Vinnulívskvinnan Stine Bosse verður høvuðsvalevni hjá Moderatunum til ES valið næsta ár. Tað sigur hon við Politiken.
– Eg havi altíð sagt, at tað einasta, eg vil politiskt, var evropapolitikk. At tað skuldi vera tann rætti flokkurin. Og at tað skuldi vera brúk fyri mær.
Stine Bosse verður høvuðsvalevni saman við Bergi Løkke Rasmussen, sum er sonur floksformannin, Lars Løkke Rasmussen og føroysku konu hansara, Sólrun Løkke Rasmussen.
Bergur Løkke Rasmussen er í løtuni limur í ES tinginum sum varamaður fyri Vinstra.
– Vanliga eru fólk positivari mótvegis ES sum ein politsk verkætlan, men vit skulu sleppa av tið hatta við, at ES er nakað, »vit eru noydd til«. Í staðin skulu vit síggja ES sum eitt stað, har vit kunnu fáa meira burtur úr tí sama, sigur Stine Bosse.
Umfratm at vera virkin í vinnupolitikki og tøkni hevur hon eisini áhuga í flóttafólkaøkinum.
Har skulu finnast »felags loysnir«, sigur Stine Bosse. Hon heldur, at tað fer at ganga skeiva vegin, um tú letur flóttafólkakjakið til tey londini, har flóttar koma fyrst.
Stine Bosse hevur áður verið stjóri í tryggingarsamtakinum Tryg. Harumframt hevur ymsir nevndarsessir.
Hon er eisini kend í Danmark sum fyrilestrahaldari og kjakari.
Við Politikken sigur Stine Bosse, at hon hevur altíð verið »eitt sindur forvitin« um Lars Løkke Rasmussen, og at hon teknaði seg sum lim í flokkinum tríggjar vikur fyri fólkatingsvalið í fjør.
Fyri tað tíð stuðlaði hon Radikala Vinstra. Hon vendi tó flokkinum bakið, eftir at flokkurin noyddi Mette Frederiksen at skriva út valið í fjør.
Valið til Evropatingið verður í juni næsta ár.