Í sambandi við at nýtt stýri varð skipað fyri BankNordik herfyri, gjørdist kenda vinnulívskvinnan úr Danmark, Stine Bosse, forkvinna fyri stýrið.
Hon ynskir at læra vinnulívið betur at kenna í Føroyum og var hon tí í Klaksvík í dag saman við Janusi Petersen, forstjóra í BankNordik. Tey hittu stjórarnar og eigararnar av P/F Hvalnes, sum m.a. eigur Larsen Seafood í Týsklandi, Norðborg og Christian í Grótinum.
Farið varð umborð á Norðborg, sum liggur við kai í Klaksvík. Har varð kunnað um virksemi teirra, og eisini varð boðið til ábit umborð – “Alt gott úr havinum”, sum Fríða hevði borðreitt við.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri var eisini boðin at vera við og fekk hann høvið saman við Stinu Bosse at kunna um Klaksvík. Í hesum sambandi varð komið inn á vakstrarkanningina, ið varð gjørd fyri nøkrum árum síðan, og sum hevur víst seg at vera eitt heppið arbeiðsamboð og annars eitt skilagott strategiskjal, sum kommunan hevur styðjað seg til.
Hetta hugtók Stinu Bosse, sum spurdi eitt sindur nærri inn til smálutir í skjalinum og vildi vita meira um m.a. ferðavinnu og fólkavøkstur, sum bæði hava verið í vøkstri hjá kommununi seinnu árini.
Stine Bosse, forkvinna í stýrinum fyri BankNordik, takkaði fyri og var hugtikin av stóra virkseminum hjá samtakinum P/F Hvalnes, ið fevnir so ómetaliga víða. Eisini av, at Klaksvík er var ein so dynamiskur býur, sum hýsir einum so spennandi vinnulívi, og tyktist tað henni, at kommunan dugir væl at stuðla undir.
Sum minni um ferðina í Klaksvík, handaði borgarstjórin Stine Bosse kærleikskúluna hjá Dugna frá 2014, sum Astrid Andreasen hevur gjørt.
Orð og mynd: Dávur Winther