Stjól pengar frá búfólki á stovni fyri eldri í Havn

Løgreglan í sigur, at viðkomandi hevur játtað seg sekan

Eitt starvsfólk á einum bústovni fyri eldri í Havn, er nú meldað fyri at hava stolið pengar frá einum av búfólkunum á stovninum.

Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, váttar, ein persónur er skuldettur fyri at hava stolið pengar frá einum búfólki á einum stovni fyri eldri, og hann sigur, at tað var búfólkið sjálvt, sum varnaðist stuldurin, og segði frá.

Og Heri Andreasen sigur, at viðkomandi persónur, sum er meldaður, hevur eisini játtað seg sekan.

Hann sigur, at sostatt er persónurin skuldsettur fyri at hava stolið tilsamans 10.000 krónur frá búfólkinum, og tað er stolið í fleiri umførum, har smærri upphæddir eru stolnar hvørja ferð. Men ítøkiligari fær hann ikki verið, sigur hann.

Heri Andreasen sigur, at málið verður nú latið Føroya Rætti, sum so skal áseta, hvørja revsing, viðkomandi skal hava, og har talan helst eisini verður um endurgjaldskrav.