Stjóraskifti á Adventistaskúlanum

Adventistaskúlin fær nýggjan stjóra 1. august, tá Andrea á Rípuni tekur við eftir Janne Schantz Johnsson, sum hevur verið skúlastjóri seinastu 25 árini

Eftir at hava verið stjóri á Adventistaskúlanum við Hoyvíksvegin í Havn síðan 1985 gevst Janne Schantz Johnsson sum skúlastjóri í summar, og Andrea á Rípuni tekur við, tá skúlaárið byrjar aftur í august.


Andrea á Rípuni er 35 ára gomul, ættað úr Klaksvík og búsitandi í Kvívík. Hon tók sína læraraútbúgving á Føroya Læraraskúla í 2001 og arbeiddi sum fólkaskúlalærari á Argjum og í Vestmanna, áðrenn hon fekk starv á Adventiskaskúlanum í januar 2009.


Janne Schantz Johnsson er donsk. Hon tók læraraprógv á Jelling Statsseminarium í 1972 og arbeiddi sum lærari á Vejlefjordskolen, sum er ein skúli við næmingum frá 1. flokki til 3.g. Har arbeiddi hon í 13 ár, til hon flutti til Føroyar og tók við sum skúlastjóri á Adventistaskúlanum tann 1. august 1985.


Janne sigur, at hon hevur havt 25 spennandi ár á Adventistaskúlanum við stórum avbjóðingum.

Hevði hon ikki havt sínar hollu royndir frá Vejlefjordskolen, hevði hon helst ikki hildið á í starvinum so leingi. Síðan frískúlalógin kom í gildi í 2003, hevur tað tó verið munandi lættari at rikið skúlan, serliga fíggjarliga.


Maður Janne, Kristinn Johnsson, sum eisini var lærari á skúlanum, stuðlaði henni sera væl frá byrjan, til hann andaðist fyri tveimum árum síðan. Janne sigur, at hon hevur fingið góðan stuðul frá lærararunum, sum eru sannir idealistar á sínum øki. Eisini hevur skúlastýrið stuðlað henni væl. Samstarvið við foreldrini, og álitið tey hava víst okkum á skúlanum, hevur eisini verið sera gott.


Janne sigur, at tey t.d. øll árini hava lagt seg eftir, at næmingarnir eru í skúlanum, frá tí at teir koma, til tey fara heim aftur. Soleiðis at skilja at um ein lærari er sjúkur, verður altíð ein vikarur settur inn sum avloysari, so næmingarnir ikki ganga í býnum í skúlatíðini. Meginreglan hjá skúlan er, et tíðin hjá næmingunum er eins kostbar og tann hjá lærarunum.


Adventistaskúlin hevur hildið til við Hoyvíksvegin síðan 1966, tá hann var tikin í nýtslu av fyrstan tíð sum ein kristin skúli við tí grundleggjandi áskoðan, at barnið eigur at mennast bæði andaliga, likamliga og kunnskaparliga. Talan er um eitt alternativt tilboð til næmingar og foreldur.


Skúlin var upprunaliga privatskúli, men síðan 1. august 2003, tá frískúlalógin kom í gildi í Føroyum, hevur hann verið rikin sum frískúli.