Stjórin í FaroeJet, Jóhan E. Simonsen, viðurkennir, at leiðslan í felagnum hevur ein part av skuldini fyri, at FaroeJet fór í gjaldssteðg. Hann metir tó ikki, at øll skyldin kann kastast á leiðsluna.
- Tá ið tú setir teg ovast í einum felag, mást tú taka ábyrgdina, tá ið tað gongur illa og væl. Tó haldi eg, at tað eru fleiri, sum mugu átaka sær ein part av skyldini, sigur Jóhan.
- Tó haldi eg, at tað tænir ongum endamáli at skjóta skyldina á hvønn annan nú, sigur Jóhan at enda