- Eg havi onga viðmrking til ætylanarskrivið, tí hatta er eitt persónsmál, sigur hon.
Hon viðgongur tó, at málið er keðiligt men heldur tað vera gott fyri Jón Brian Hvidtfeldt, at hann fær so góðan stuðul frá starvsfeløgum sínum.
Stjórin svarar við tøgn, tí hon verður spurd, um hon kann liva við, at ein heil deild á stovninum hevur sagt seg ikki hava álit á henni sum stjóra.
- Vit hava eitt professionelt samskifti, sigur hon tó.