Stjørnan annað beinið í finaluni

Stjørnan vann ein sannførandi sigur i fyrru hálvfinaluni í Sunset kappingini, tá tær vitjaðu hjá StÍF. Við sigrinum hava tær meir enn annað beinið í finaluni

Stjørnan var stórur favorittur undan fyrra hálvfinaludystinum í Coca Cola-kappingini, tá tær vitjaðu á Skála hjá StÍF. Stjørnukvinnurnar megnaðu eisini at liva upp til rolluna sum favorittur, tí tær vunnu ein sannførandi sigur.
Fyrstu løtuna stóðu verjurnar seg ótrúliga væl, og bæði StÍF og Stjørnan høvdu stórar trupulleikar at fáa bóltin í málið. Sjálvt um Stjørnan var mett at vera favorittur, so fylgdu strandakvinnur væl við, og tá knappir 20 minuttir vóru farnir, stóð á jøvnum 4-4, men so tók Stjørnan dik á seg. Síðstu løtuna megnaðu tær at vinna sær ein trygga leiðslu, so tá liðini fóru til hálvleiks, førdi Stjørnan við fýra málum.
Í seinna hálvleiki var heldur ongin ivi. Nú var Stjørnan komin í gongd, og munurin bara vaks og vaks. 10 minuttir inn í seinna hálvleik hevði Stjørnan lagt seg á odda við níggju málum, og nú var dysturin avgjørdur. Endin var, at Stjørnan vann við 10 málum, og hetta ber við sær, at tær hava meir enn annað beinið í finaluni undan seinnu hálvfinaluni.

Fakta

Málskjúttar:
StÍF: Rebekka Justinusen 8 (1), Sólfríð Christiansen 2, Ásgerð Káradóttir 2, Ata Gregersen 1, Johanna í Króki 1
Stjørnan: Simona Petersen 9, Anna Kristina Samson 7, Una Olsen 4, Alina Olaru 1, Bára S. Klakkstein 1, Edith Hansen 1, Durita Christophersen 1
Brotskøst: StÍF 2, Stjørnan 0
Útvísingar: StÍF1, Stjørnan 0
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen