Stjørnan fekk góða móttøku

Í ódnarveðri komu kvinnurnar á fyrsta liðinum hjá Stjørnuni og áskoðararnir aftur til Klaksvíkar leygarkvøldið eftir at tað fyri fyrstu ferð eydnaðist liðnum at vinna steypafinaluna. Og tílíkt fer ikki friðarliga aftur við borðinum í Klaksvík

Hondbóltur

Klaksvík:
Vindurin leikaði í upp á tað harðasta, og ikki mundi Ternan sigla nógvar túrar afturat leygarkvøldið, men um sjeytíðina kom hon floytandi inn eftir vánni við sigursfegnum Stjørnukvinnum umborð.
Hóast vánaligu líkindini, so vóru heilt fitt av bilum á ferjuleguni og tóku ímóti. Somuleiðis varð skotið við fýrverki og neyðblussini sóust langan veg. Skjótt varð tó gjørt av á ferjuleguni, tí ikki var veður til nakað sum helst.
Seinni um kvøldið hittust liðfelagarnir, venjararnir og onnur við til ein bita í hølunum hjá Føroya Banka. Tey fingu smyrjibreyð og okkurt gott afturvið.
So hvørt sum leikararnir komu, varð heilsað uppá og ynskt til lukku, og strálaðu tær allar sum stjørnur hvør blankari enn onnur.

Blómur og pengar
Mest varð tosað um, hvussu dysturin gekk. Tey flestu søgdu við tær, at tey væntaðu ikki nakað, tí tað gekk so illa í byrjanini av dystinum. Fleiri av leikarunum høvdu sæð dystin á upptøku, áðrenn tær komu til móttøkuna, og vóru tær á einum máli um, at tað var ein løgin dystur. Men allar vóru tær ernar um, hvussu tað eydnaðist liðnum at endurreisa seg og fara heim við steypinum.
Sjálvur borgarstjórin bara helt um høvdið tá tað fyrsta korterið var farið av dystinum, og hann viðgekk eisini í røðu síni, at hann var sera svartskygdur eina løtu. Somuleiðis segði hann, at hann eisini hevði hoyrt fyri, at ein mynd av honum, har hann risti við høvdinum, var víst í sjónvarpinum.
? Men tann størsta uppgávan hjá mær undir dystinum var at syrgja fyri, at viðhaldsmaðurin við síðuna av mær ikki fekk tað reyða kortið frá dómaranum, segði borgarstjórin skemtandi.
Hann handaði liðformanninum, Unu Olsen, ein kekk upp á 10.000 krónur frá Klaksvíkar Býráð.
Anna Maria Ragnarsson ynskti liðnum til lukku vegna Føroya Banka, sum er høvuðsstuðul hjá liðnum. Hon handaði liðformanninum eitt blómutyssi. Forkvinnan í mentanarnevndini í Klaksvíkar býráð, Jórun Høgnesen, var eisini tilstaðar, og eisini hon nýtti høvi til at bera eina heilsu til leikararnar.
? Tit hava fingið tað fyrsta steypið í hús í sambandi við 100 ára haldið hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, segði hon millum annað.
Leikarar og øll hini, sum har vóru, hugnaðu sær óført hesa løtuna, sum var uppiborin aftur fyri sigurin leygardagin.
Men fyri framman liggur ein spennandi landskapping, har Stjørnan liggur á odda, tó bert tað eina stigið framman fyri vágskvinnurnar.