Hondbóltur
Hóast tað enn resta tíggju dystir at spæla hjá Stjørnuni, so er lítil ivi um, at tær longu nú hálva vegna hava bílagt sær pláss í FM-finaluni í hondbólti.
Leygardagin undan jólum avgreiddu tær útsetta dystin móti Neistanum, og hesin endaði við tryggum heimasigri til oddaliðið. Frá byrjan var tendringin hjá Stjørnuni í lagi, og so gekk skjótt at revsa mistøkini, sum Neistin framdi á vegnum.
Longu í steðginum vóru fimm mál á muni, og so hevði Stjørnan ikki stórvegis trupulleikar av at halda fast um leiðsluna, sum enntá varð útbygd so heilt hampuliga væl seinastu løtuna.
Við sigrinum er Stjørnan nú á 18 stigum. Níggju stig eru niður til VB á triða plássinum, men vágskvinnurnar hava tó tveir dystir tilgóðar.
Fakta um dystin
Sjtørnan-Neistin 32-24 (16-11)
10 min: 5-4
20 min: 12-8
40 min: 20-16
50 min: 26-19
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 10(3), Durita Christoffersen 7, Una Olsen 5, Louisa Andreasen 3, Joan Midjord Djordjevic 3, Bára Skaale Klakstein 3, Anna Kristina Samson 1
Neistin: Ása á Neystabø 7(4), Elin Stakksund 6, Anja Heinadóttir 4, Rakul Augustinussen 3, Nicoleta R. Hansen 2
Brotskøst: Stjørnan 3, Neistin 3
Útvísingar: Stjørnan 2, Neistin 3
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen