Stjørnan og VB vunnu

Hondbóltur: Kappingin um seinna finaluplássið hjá kvinnunum stendur við, eftir at bæði Stjørnan og VB vunnu dystir sínar hetta vikuskiftið

Stjørnan vann heima
Liðini fylgdust væl allan fyrra hálvleik og var støðan 9-9 tá ið bara ein minuttur var eftir til hálvleiks. Tá tók Stjørnan sær um reiggj og skeyt tvey skjót mál, soleiðis at tær sluppu til hálvleiks á odda 11-9.
Í seinna hálvleiki hildu tær fram viðat økja, og tá ið bara seks minuttir vóru gingnir, høvdu tær skorað fimm mál uttan aftursvar og vóru tá á odda 16-9. Hetta gjørdi í grundini av við VÍF, sum ongantíð megnaði at hótta Stjørnuna, og vann Stjørnan dystin 27-22.
Corina Demeterca, sum annars hevur verið nakað óstøðug í ár, spældi sera væl og gjørdist toppskjútti við átta málum.

VB hongur í
Eftir eitt strálandi kappingarár hevur tað rillað eitt sindur hjá VB seinastu vikurnar. Fyrst vórðu tær útslignar í hálvfinaluni í steypakappingini, fyri síðan at verða avhølvaðar av Neistanum í landskappingini og lutvíst verða settar av. Tær høvdu eitt gylt høvi at venda gongdini hetta vikuskiftið, tá ið tær møttu StÍF á Skála, og tóku vágskvinnur eisini av møguleikanum og vunnu stórt 29-19.
Hetta merkir, at tær framvegis leggja nakað av trýsti á Stjørnuna. Tær eru nú fýra stig aftanfyri, men hava ein dyst til góðar. Í næsta dysti møtir VB botnliðnum Tjaldur, meðan Stjørnan skal á vitjan hjá oddaliðnum Neistanum, so ikki kann sigast annað, enn at kappingin framvegis er opin.

Stjørnan – VÍF 27-22 (11-9)

Stjørnan: Corina Demeterca (8) Simona Petersen (7) Judit Hansen (3) Una Olsen (3) Bára S. Klakstein (2) Annika Ljósstein (2) Lovisa Lassen (2)

Útvísingar: 2x2min.

VÍF: Liljan Djurhuus (8) Torgunn Johansen (6) Agnas Olsen (5) Tóra Seloy (3)

Útvísingar: 3x2min.

[email protected]