Stjørnan skjeyt fyrsta málið í dystinum, men var ikki á odda aftur í dystinum fyrr enn miðskeiðis í seinna hálvleiki. Kndil sær út sum eitt av teimum liðnum, sum møguliga kann geva Neistanum mótstøðu í einari møguligari FM ella steypafinalu.
Í fyrra hálvleiki bendi eisini alt á, at Kyndil skuldi soleiðis nøkunlund hanga í Neistanum, sum er greitt oddalið í fremstu deildini hjá kvinnum. Aftaná 23 minuttir var støðan 11-3 til gestirnar. Stjørnan minkaði um munin til 13-7 fyri hálvleik.
Um tað er í besta Al Pacino stíli, at Svein Rógvi Nielsen hevur talað í hálvleikinum, ella um Kyndil metti seg longu hava vunnið dystin skal verða ósagt, men alt vendi á høvdinum í seinna hálvleiki. Stjørnan fekk málini, meðan einki eydnaðist hjá gestunum úr Havn, sum bara fingu trý mál í øllum seinna hálvleiki.
Stjørnan kom á odda við brotskasti, sum Ella Petersen skoraði eitt korter fyri tíð. Kyndil megnaði at javna, men so skoraði Stjørnan trý mál upp í slag, og fyrsti sigurin var heima.
Fyri Stjørnuna kom tað væl við, at Alina Anghel var aftur at síggja á liðnum.
Dysturin í tølum:
Stjørnan – Kyndil 18-16 (7-13)
Stjørnan: Ema Bezanovic 6, Una Olsen 4, Ella Petersen 4, Alina Anghel 2, Edith Hansen 1, Annika Ljóstein 1
Kyndil: Turið Arge 6, Annika Sigursdóttir 3, Guðrið G. Eystberg 2, Simona Jacob 1, Jórun Ludvig 1, Bjarta Johansen 1, Anja Heinadóttir 1, Birita Mortansdóttir 1